Tí hava Sirið Stenberg, Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Høgni Hoydal, Hervør Pálsdóttir, Liljan Weihe, Eirikur í Jákupsstovu, Ruth Vang, Steffan Klein Poulsen, Jenis av Rana og Sámal Petur í Grund lagt fram uppskot til samtyktar í Løgtinginum.
Í uppskotinum verður heitt á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram øll neyðug lógaruppskot, so landslæknaembætið og onnur viðkomandi málsøki kunnu verða yvirtikin sambært tilmælinum, sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrinum í februar 2025.
Uppskotssetararnir halda, at tað er óheppið, at Føroyar framvegis ikki hava alt lóggávuræði á heilsuøkinum.
– Á heilsuøkinum kunnu broytingar henda frá degi til dags. Tá er alneyðugt at hava øll amboð, so møguleiki er at taka skjótar avgerðir. Tann møguleikan hava vit ikki í dag, tí ein partur av okkara heilsulóggávu er ikki á føroyskum hondum, skriva tey í viðmerkingunum.
Tey vísa eisini á, at Føroyar nú hava sítt egna Heilsustýri, og at ein arbeiðsbólkur longu hevur víst á, hvussu yvirtøkan kann skipast.
Sambært uppskotinum eigur eitt føroyskt landslæknaembæti millum annað at hava ábyrgd av eftirliti við heilsustarvsfólkum og viðgerðarstøðum, umframt at veita landsstýrinum, kommunum og øðrum myndugleikum heilsufakliga ráðgeving.
Uppskotssetararnir halda, at hetta er ein fortreyt fyri at styrkja sjúklingatrygdina og geva Føroyum størri ábyrgd fyri egna heilsuøkinum.
– Tað snýr seg snøgt sagt um sjúklingatrygd, og tað snýr seg um, at vit hava førleikarnar í Føroyum til at skipa okkara egna landslæknaembæti, skriva tey.
Uppskotið verður nú lagt fyri Løgtingið til viðgerðar.











