Tvøroyrar kommuna vil hava ábøtur á Suðuroyarleiðini

Heitt verður á landsstýrismannin um at arbeiða skjótt við at útvega eitt skip afturat Smyrli, sum kann styrkja ferðasambandið, skrivar Tvøroyrar kommuna í áheitan á Jacob Vestergaard, landsstýrismann.

Í vikuni er tað komið fyri, at ongi pláss hava verið tøk umborð á Smyrli, tí sera nógv fólk hava ferðast um Suðuroyarfjørð.

 

Á sínum vanga á facebook hevur Tvøroyrar kommuna gjørt vart við hendan trupulleika, og er komin við áheitan á Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um at taka støðuna upp, og styrkja ferðasambandið.

 

Áheitanin er soljóðandi:

 

Áheitan á SSL og á Jacob Vestergaard landsstýrismaður í vinnumálum um at taka upp støðuna á Suðuroyarleiðini til viðgerðar, sum versnar støðugt.

 

Avlýsingar og seinkingar raka farleiðina javnan, og um sumrarnar eru ferðaseðlar eisini útseldir. Hetta ger tað trupult hjá suðuroyingum at leggja arbeiðs-, heilsu- og uttanlandsferðir til rættis.

 

Myndin, sum er tikin klokkan 07.49, vísir, at tá Smyril fór av Krambatanga klokkan 06.00, vóru tøk pláss. Kortini vóru øll pláss longu upptikin til fráferðirnar klokkan 12.30 og 17.30. Tað merkir, at um ein suðuroyingur ikki var vitandi um hetta áðrenn fráferðina klokkan 06.00, ber tað ikki til at sleppa av oynni eitt nú til avtalur á LS, sum vera gjørdar langt frammanundan, eins og ferð viðari av landinum má annulerast.

 

Tað er gleðiligt, at áhugin fyri at ferðast til og úr Suðuroynni er stórur. Tað frøast okur um, og okur bjóða øllum vælkomnum. Men ferðasambandið má kunna rúma eftirspurninginum.

 

Tvøroyrar kommuna rósir manningina á Smyril, sum gera teirra allar besta. Men kommunan heitur á SSL um at broyta raðfestingina, soleiðis at ferðafólk fáa framíhjárætt, og farmur verður tikin við eftir tøkum plássi.

 

Samstundis verður heitt á landsstýrismannin um at arbeiða skjótt við at útvega eitt skip afturat Smyrli, sum kann styrkja ferðasambandið.

 

Málið hjá SSL eigur at vera, at tað altíð er møguligt hjá fólki at ferðast til og frá oynni.

 

Kristin Michelsen

 

Tvøroyrar kommuna