SF: Tórfríð hevði fyrstu konsertina

Songkvinnan úr Sørvági sang fyrstu sangirnar á Summar Festivalinum 2026

Songkvinnan Tórfríð Tavsen er úr Sørvági spældi fyrstu konsertina á ársins Summar Festivali.

 

Klokkan 19 í kvøld fór hon á tann nýggja og dagførda pallin á Torginum og framførdi ymsar sangir, sum hon hevur verið frammi við seinnu árini – ikki minst tann sera vakra "Fevn meg", sum hon gav út í 2019.

 

Summar Festivalurin heldur fram við konsertum á Torginum, í Tjaldinum og á Vágsbø, har Hamradun og ItaloBrothers spæla í kvøld.