Bæði Nicolas Anelka og Alex hava boðað Chelsea leiðsluni frá, at teir ikki eru sinnaðir at halda fram í felagnum. Chelsea leiðslan hevur góðtikið kravið frá leikarunum báðum, sum nú helst verða seldir í januar.
Franski framherjin og brasilski miðverjin skulu nú venja fyri seg sjálvar í Chelsea, eftir at tað er greitt, at teir ikki eru sinnaðir at halda fram í høvðusstaðarfelagnum.
- Ynski hjá teimum um at sleppa vekk er góðtikið. Tað merkir tó ikki, at tað við vissu fer at henda. Vísur tað seg, at teir ikki verða seldir, so skulu teir venja við hópinum aftur, sigur Andre Villas-Boas sambært bretskum miðlum í dag.
Nicloas Anelka skifti til Chelsea í januar 2008 frá Bolton, meðan Alex skifti frá PSV í 2004. Teir byrjaðu báðir inni í Charling Cup fjórðingsfinaluni móti Liverpool fyrr í vikuni, men tað tykjast ikki verða í framtíðar ætlanunum hjá Andre Villas-Boas.