- Anfinn Kallsberg er fangaður á skeiva beininum.
- Tað heldur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Og kanska er nakað um tað, tí eftir tí, sum kom fram í Løgtinginum í gjár, er fløkja komin í ímillum Anfinn Kallsberg, formann í fíggjarnevndini og hansara egna floksformann, Jørgen Niclasen, sum eisini er landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Í gjár viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot um, hvussu stór danska ríkisveitingin úr Danmark skal verða næsta ár.
Sami blokkur
Jóannes Eidesgaard hevur lagt uppskot fyri tingið um, at næsta ár skal danska ríkisveitingin úr Danmark verða tann sama sum í ár, nevniliga 615,5 milliónir.
Annars stendur í ABC samgonguskjalinum, at ríkisveitingin skal lækkast 15% av veruliga av inntøkuvøkstrinum seinastu 5 árini.
Skal samgonguskjalið haldast, skal blokkurin sostatt minka 400.000 krónur næsta ár,
úr 615,5 milliónum, niður í 615,1 milliónir.
Landsstýrið metir kortini at henda lækking er ov lítil, tí verður ríkisveitingin ikki lækkað í 2011, sigur Jóannes Eidesaard.
Og eftir hansara uppskoti skal blokkurin næsta ár verða tann sami sum í ár
- Hetta er ikki als ikki rætta tíðin at frásiga sær inntøkur.
Men hann heldur somuleiðis, at broytingin er so lítil, at vit eiga ikki at taka hetta sum annað enn at alt stendur í stað.
Hann staðfestir eisini, at samgonguskjalið er ikki ein lóg og er semja at víkja frá tí, er onki í vegin fyri tí.
Men hesum er Anfinn Kallsberg als ikki samdur í.
Hann leggur dent á, at Fólkaflokkurin stendur við avtalurnar í samgonguni og ætlar at halda tær.
- Sjálvt um talið er lítið, er tað rættiliga prinsipielt, heldur Anfinn Kallsberg.
Tí vil hann eisini hava, at blokkurin næsta ár skal lækka tær 400.000 krónurnar, sum hann eigur at lækka eftir samgonguskjalinum.
- Tað er umráðandi at halda fast um samgonguskjalið á hesum øki, legði hann afturat.
Eisini Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi, nevndi, hvussu stóran týdning tað hevur at halda fast um prinsippið um, at blokkurin skal lækka eftir avtaluni í samgonguskjalinum.
Fangaður
- Eg haldi, at Anfinn Kallsberg er fangaður á skeiva beininum, segði Jóannes Eidesgaard.
Hann staðfesti, at tað er júst Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sum er samdur í, at danska ríkisveitingin skal vera óbroytt næsta ár.
Hann staðfesti eisini, at tað hetta er eitt mál, sum er viðgjørt í landsstýrinum og tað er sátt og semja um, at blokkurin skal vera obroyttur næsta ár.
- Og eisini Jørgen Niclasen hevur góðtikið, at blokkurin skal verða óbroyttir næsta ár.
- Tað eru ikki bara tríggir landsstýrismenn, men tað eru tríggir floksformenn, sum eru samdir um hetta.
Jóannes Eidesgaard ávaraði eisini um, at fer Anfinn Kallsberg at krevja, at blokkurin skal lækkast, kann tað føra til eitt mótkrav frá Sambandsflokkinum um at hann skal hækka, tí nettupp Sambandsflokkurin ført fram nakrar ferðir, at blokkurin eigur at verða hækkaður ella í minsta lagi at avtaka skipanina, har hann er frystur fastur á einum ávísum krónutali.
- So so vænti eg, at vit hava ein alvorligan trupulleika, segði Jóannes Eidesgaard.