Tað stendur nú til Løgtingið at gera av, um málið um meirnýtsluna hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, skal takast upp og fáa avleiðingar, eftir at landssýrismálanevndin er komin til ta niðurstøðu, at landsstýrismaðurin hevur brotið lógina við at hava brúkt pening til heilsuverkið, áðrenn Løgtingið hevði játtað teir.
Men tað skilst á honum, at sjálvur er hann ikki serliga hugaður at reisa málið.
- Eg haldi, sum bæði fíggjarnevndin og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava kunngjørt, at nú eiga vit at lýta frameftir og at meirnýtsla av hasum slagum eigur ikki koma fyri aftur.
Anfinn Kallsberg sigur, at hann er sera vælnøgdur við, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur staðfest, at meirnýtsla er ikki nakað, sum kemur fyri framyvir.
Anfinn Kallsberg sigur, at skulu vit lýta aftureftir, eru tað so nógv landsstýrisfólk, sum hava brúkt pening, áðrenn hann var játtaður.
- Vit skulu eisini hava í huga, at Hans Pauli Strøm er ein av teimum heilt fáu, sum hava sitið so leingi, at fortíðin tekur hann aftur.