Anita er ein ræðumynd fyri Føroyar

Næstformaðurin í Føroya Skipara og Navigatørfelagi heitir staðiliga á løgmann at taka álvarslig stig

Vanlukkan, har garnaskipið, Anita, misti ein mann, er ein ræðumynd fyri Føroyar.

 

Tað heldur Annfinnur Garðalíð, næstformaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.

Hann hevur nú skrivað løgmanni bræv, har hann staðiliga heitir á hann um at  taka álvarslig stig.

 

Hann undrast stórliga á tað, sum er hent í kjalarvørrinum á vanlukkini, sum hann kallar ein sorgarleik.

Tí heitir hann nú staðiliga á løgmann um at taka øll fiskirættindi frá Anitu.

 

Hann heitir eisini á løgmann um at tryggja manningini -útlendingunum- í minsta lagi eina minstuløn í samsvar við minstaforvinning, sum er galdandi fyri Føroysk fiskafólk, t.v.s. einar 27.000 krónur um mánaðin, har teir sjálvir rinda 1% í inntøkutrygd.

 

- Tað ber ikki til at góðtaka, at manningin einans fær 550 - 850 dollarar um mánaðin fyri 17 tíma dag, sjey dagar um vikuna.

Tað svarar til ímillum slakar 3.100 -  og góðar 4.700 krónur um mánaðin. 

- Hetta stríður ímóti altjóða ILO sáttmálanum, sigur Annfinnur Garðalíð.

 

Hann heitir somuleiðis á løgmann um at at tryggja manningini, at teir koma undir somu tryggingar sum Føroysk sjófólk, har hugsi undirritaði um t.d. Lív, Betri Pensjón, Alka v.m og at manningini verður veitt tannlækna/læknahjálp uttan meiri kostnað.

 

- Vanlukkan sum hendi umborð á Anitu má metast at standa sum ein ræðumynd fyri okkum Føroyingar.  

- At vit føra sosiala dumping á alljósum degi undir Føroyska merkinum, við Føroyskum fiskirættindum kunnu vit bert sammeta við trælahald, og eigur ikki at standa eftir aftaná at hetta mál er komið at enda.

 

Næsformaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum sigur, at einkjan og tvey ára gamla dóttirin eftir mannin, Anita misti, fáa einans 150.000,00  - um so er, at hon lýkur ávísar treytir.

 

- Hetta kann ikki góðtakast, sigur hann og tí heitir hann løgmann um at tak stig í málinu, "fyri at skommin ikki skal verða fullkomin".