Anja nýggjur leiðari í námsfrøðiligu ráðgevingini

Nýggjur leiðari á NR (Nánsfrøðiligu Ráðgevingini) er Anja M. Olsen. Anja er útbúgvin námsfrøðingur og Cand. pæd.pæd frá DPU. og hevur starvast á NR síðan 2014, skrivar Klaksvíkar kommuna á klaksvik.fo.

 

Námsfrøðiliga Ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu er eitt fyribyrgjandi tiltak og eitt tilboð til foreldur og stovnar, sum eru fevndir av dagstovnalógini. Námsfrøðiliga Ráðgevingin fevnir um: Hvannasunds-, Kunoyar og Klaksvíkar kommunu.

 

Námsfrøðiliga Ráðgevingin tekur støði í § 5 í dagstovnalógini, og stovnar kunnu fáa ráðgeving í mun til eitt einstakt barn, ein barnabólk ella fakliga innihaldið í arbeiðnum. Endamálið er at tryggja, at øll børn hava eitt gott og mennandi tilboð, skrivar klaksvik.fo millum annað.