Ann í starvi árið út

Ann Dahl Hansen byrjaði í avloysarastarvi í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi í vár, og heldur nú fram í hesum starvinum árið út. Orsøkin til hetta er, at presturin, sum hon var avloysari fyri - Marjun Lómaklett - hevur sagt seg úr starvi frá 31. juli at rokna.

Í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi eru tríggir sóknarprestar. Harafturat

er sjúkrahúspresturin 10% sóknarprestur. Tað triðja sóknarprestastarvið varð

upprunaliga skipað sum hjálp hjá dómpróstinum, ið hevur fyrisitingarligar

uppgávur.

Ann hevur síðani 1. apríl røkt hetta triðja starvið, meðan Marjun Lómaklett

hevur havt farloyvi. Marjun hevur nú sagt seg úr starvi, og tess vegna verður starvstíðin hjá Ann í samráð við kirkjuráðini longd hetta árið

út, verður sagt úr Bispagarðinum.