Ein nýggjur táttur í hondbóltskappingini í ár er, at øll atgongumerkini, sum verða seld til 1. deildardystir hjá kvinnum og monnum, samstundis eru lutaseðlar. Ein vinnari skuldi finnast fyri grundspælið, og ein afturat skal finnast, tá endaspælið og sjálv kappingin er liðug. Vinningurin er eitt sjónvarp frá LM-handlinum.
Vinnarin av tí fyrra sjónvarpinum er nú funnin, og bleiv tað Ann Thomsen úr Havn. Atgongumerkið varð selt til eina heimadyst hjá Kyndli.
Tilsamans vórðu 6.432 atgongumerki seld í grundspælinum.
Tey flestu átti VÍF, meðan GÍ/Tjaldur eftir øllum at døma hevði minstu áskoðaraundirtøkuna í grundspælinum.
VÍF 1.286 atgongumerki, StÍF 931, Kyndil 780, H71 766, Neistin 743, Tjaldur 611, Stjørnan 469, VB 448, KÍF 349 og GÍ/Tjaldur 49. Tilsamans 6.432 atgongumerki.
Hondbóltssambandið fær 10 krónur av hvørjum seldum atgongumerki, so við eitt sindur av høvuðrokning koma vit fram til, at HSF fær slakar 65.000 krónur burturúr. Eitt gott ískoytið til Hondbóltssambandið, og væntandi verður tað størri, tá atgongumerkjasølan fyri endaspælið er gjørd upp, tí roknast kann við, at enn fleri áskoðarar vera til dystirnar móti endanum av kappingini.