Hon var fødd í 1919 á Háskúlanum. Dóttir Rasmus á háskúlanum úr Miðvági og konuna Annu Suffíu, av Skarði. Anna var tað seinasta av børnunum hjá fyrstu háskúlahjúnunum, sum nú fór.
Nakað vesalig man hon hava verið, tá ið hon var fødd, tí hon var heimadoypt alt fyri eitt og fekk navnið Anna Fríðrika, helst ein samanrunnin uppkalling av mammuni og ommuni á Skarði, Elsu Frederikku. Ikki óvæntað, sum dóttir annan háskúlamannin, var navnið eisini alment skrivað á føroyskum, hóast tað tá ið tíðini helst var vanligari, at kallinavnið var føroyskt, meðan navnið var skrivað á donskum máli.
Anna var yngst av 6 systkjum. Elst var Ada, fødd í 1905, síðan komu Elsa Johanna fødd í 1910, Jóannes føddur 1912, Sjúrður føddur í 1914, og næstyngstur var Ólavur føddur í 1916. Í húskinum var harumframt omman av Skarði, sum kom til teirra at verða, nakað eftir at Skarðsbygd avtoftaðist.
Tíðliga var hon skild frá foreldrunum. Hon hevði viðføtt mjadnabrek, sum alt lívið var henni ein bági. Hetta brek mátti rættast av teirri fremstu serfrøðini, sum tá var tøk á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Rasmus fór við henni til Keypmannahavnar, tá hon var tvey ára gomul. Ikki høvdu foreldrini umstøður at verða hjá henni undir sjúkraleguni, so Rasmus fór aftur til Føroya uttan Annu. Rasmus hevði ein vinmann, sum var blaðmaður í Keypmannahavn, Søren Vasegaard at navni. Hann hevði hitt hann á Vallekilde Háskúla 1892/93 og havt brævaskifti við hann øll árini síðani. Søren gekk javnan at vitja Annu, fyri í brævi at greiða Rasmusi og Annu Suffíu frá, hvussu gekst. “Min mand kommer og besøger mig” segði Anna, at hon plagdi at siga við sjúkrasystrarnar, tá ið hon gleddist um, at hann fór at koma at vitja. Hálvtannað ár gjørdist uppihaldið í Keypmannahavn, og tá hon kom aftur til lands, kendi hon ikki mammuna aftur, og einasta tungumálið, hon nú dugdi, var danskt.
Á Háskúlanum kom, sum vera man, nógv fólk. Háskúlin var tá einasti at kalla skipaði føroyski mentanardepilin, sum var. Undirvísing av næmingum og alment kjak um føroysk evni hvørt um annað. Um summarið, tá ið dreingirnir vóru til skips, vóru gentuskeið, meðan vetrarhálvuna vóru dreingjaskeið. Nógv munnu tey verða, sum hava gingið á hesum háskúlaskeiðum, og hava kent Annu.
Við so stórum tali av fólki úr øllum ættum í Føroyum, sum savnaðist á einum staði undir trongum húsaumstøðum, gjørdist tuberklavandin stórur fyri háskúlafólkini. Børnini hjá Rasmusi fingu øll smittuna, Anna og Jóannes vóru einastu teirra, sum ikki gjørdist sjúk. Ólavur fekk viðgerð og bleiv frískur. Deyðin gjørdist í barna- og ungdómsárunum hjá Annu tískil alt ov ofta gestur. Elsa Johanna doyði í 1927, Mamman í 1932, Omman av Skarði í 1934, Sjúrður í 1939 og Ada í 1940.
Ung gjørdist Anna tí álitið í húsarhaldinum hjá Rasmusi á Háskúlanum. Líka so stóran týdning, sum Rasmus hevði úteftir, hevði Anna innanhýsis í húsarhaldinum, hóast sín unga aldur. Persónliga at forvinna sær pening var nakað, sum lá aftarliga í raðfestingunum hjá háskúlamonnunum, og tað hevur uttan iva sett tilsvarandi stór krøv til húsførsluna.
Í 1938 fór Anna til Onglands at tæna. Saknur var í henni hjá Rasmusi, og hann óttaðist, at bardagi fór at bresta á millum stórveldini, og strongdi tí á at fáa Annu aftur til Føroya. Glaður mundi hann tí verða, tá dóttirin kom aftur til lands.
Undir krígnum kom Oskar, ein vestmenningur, at ganga á Háskúlanum. Dámligur og ikki minst skemtingarsamur. Tað rann saman millum tey bæði. Ikki var Oskar minni áhugaður enn Rasmus í øllum tí, sum kundi verða føroyskum máli og føroyskari mentan at frama.
Í 1948 giftust Anna og Oskar. Tey giftust inn til Rasmus á Háskúlanum. Tvey børn fingu tey, Adu og Hermann. Sum persónar vóru Anna og Oskar ógvuliga ymisk, men kanska júst hetta gjørdi, at tey riggaðu væl saman sum hjún.
Fremst í huganum hjá Annu lá altíð at verða nakað fyri onnur. Hon spurdi altíð, hvussu onnur høvdu tað, og hjúklaði um tey. Nógv var hon sjálv sjúk gjøgnum lívið, men tað tók hon ongantíð sjálv upp á tungu, og varð hon spurd, tileinkisgjørdi hon tað sum oftast. Sera trúføst var hon móti familju og vinum. Meira enn nakar annar skilti hon týdningin av, at samband við familju og vinir má røkjast. Føðingardagar hjá børnum og barnabørnum var hon sjálvsagt altíð í, men eisini í føðingardøgum hjá børnum hjá brøðrunum og enntá eisini í føðingardøgum hjá abbabørnum teirra. Á jólum lá eisini altíð ein lítil pakki til øll tey somu frá Annu. Barnagóð var Anna, og barnatekki hevði hon. Serliga teimum minstu børnunum dámdi henni væl at sita undir og práta við.
Í fimmti- og sekstiárunum var Oskar sera virkin á mentanarpallinum í Føroyum, og tók Anna onkuntíð lut í slíkum virksemi. Hvør minnist hana ikki sum Suffíu mostur í Fólk og dólgum í Kardumummubýnum. Men mest helt Anna seg til sangin. Var í nógv ár við í Havnar Sangfelag og seinni í Kristiliga Sangkórinum.
Í útvarpinum var Oskar nógv at hoyra, og so hvørt sum útvarpið gjørdist hvørsmansogn, gjørdist Oskar veruliga kendur úti um landið. Anna bleiv tí nú heldur millum fólk ofta kallað Anna hjá Oskari heldur enn Anna hjá Rasmusi á Háskúlanum.
Rasmus gjørdist elligamal, tey seinastu árini var hann tó óhjálpin. Ongin heimahjálparaskipan var tá, og fá ellisheimspláss vóru, um nøkur. Anna stóð einsamøll við endan at taka sær av honum, tó væl stuðlað av Oskari. Serliga strævin hjá Annu vóru seinastu tvey árini, áðrenn Rasmus doyði í 1962.
Eftir at Rasmus var deyður, fóru Anna og Oskar undir at byggja sær hús úti í Perskonugøtu, hagar tey fluttu inn í 1963.
Anna fór fyrst í áttatiárunum á fyrsta sinni av húsunum at arbeiða. Hon fekk starv at vaska á Tekniska Skúla í Havn. Hetta starv hevði hon, til hon legði frá sær fyri aldur.
Oskar gjørdist fyrst í nítiárunum álvarsliga sjúkur, og Anna var honum tá ein dyggur stuðul og var nógv við honum í sjúkraørindum í Keypmannahavn. Tá Oskar doyði í 1995, var tað Annu ein stórur smeitur.
Seinastu árini hevur Anna verið rættuliga sjúk og óhjálpin, og í 2004 gjørdist støðan hjá henni soleiðis, at ikki bar til at vera heima longur, og flutti hon tí á Tjarnargarð at verða. Ikki var lætt hjá Annu at sannkenna tann veruleika, at hon nú ikki longur var tann, sum skuldi hava umsorgan fyri øðrum, men at hon nú var komin í ta støðu, at onnur máttu hava umsorgan við henni.
Við hesum orðum fara vit við virðing og takksemi at minnast Annu fyri hennara stóra trúfesti mótvegis okkum øllum í familjuni.
Bróðurdøtur og - sonur