Anna Maria á sálmaferð um vikuskiftið

Fyri stuttum gav Anna Maria Olsen út fløguna Sálareygað. Nú fer hon á konsertferð.

Anna Maria Olsen er kend sum frálík sangkvinna. Bæði saman við øðrum, og sum einstaklingur, hevur hon seinnu árini av álvara gjørt vart við seg við síni karimatisku rødd og framførslu, har hon livir seg inn í sangirnar, so ongin stendur kensluleysur eftir.

Hon gav hefyri út fløgu við sálmum, nevnd Sálareygað, og sigur Anna Maria soleiðis um fløguna:


Tey flestu av okkum hava tilknýti til sálmar. Vit sungu teir,
tá ið vit vóru børn, og flestøll syngja teir enn - í gleði eins
og í sorg, í ljósum løtum eins og í dimmum.
Felags fyri sálmarnar á hesi fløgu er tað, at teir fyri meg hava ein
serligan týdning.
Ynski mítt var at gera eina erliga og nærverandi fløgu, og hon 
er tí upptikin, sum var hetta ein konsert. Her er einki snøggað 
og snákað. Tað menniskjansliga og nakna ljóðið - um vit so 
kunna siga - sleppur at vera tað, tað er.
Upptøkurnar eru gjørdar í Vesturkirkjuni - meðan stormurin 
leikaði uttanfyri, og júst tað kundi væl sipað til lívið sjálvt, 
tí soleiðis kann tað kennast viðhvørt.
Okkara sálmaskattur er so ómetaliga dýrabarur og ríkur, og 
vón mín við hesi fløgu er at røkka inn í hjørtu lurtaranna og 
fáa kærleiksboðskapin fram.


Skráin fyri konsertferðina er henda:
Í Kvívíkar kirkju 
leygardagin, 11/10, kl. 16.00
Í Miðvágs kirkju 
leygardagin, 11/10, kl. 19.00
Í Dómkirkjuni 
sunnudagin, 12/10, kl. 16.00
Í Christianskirkjuni
sunnudagin 12/10, kl. 20.00