Í kvøld var annað umfar í ódnartøkum avgreitt í Miðvági. Stilli og lýtt var í veðrinum, nú ódnartøk fyri fyrstu fer vóru avgreidd ein gerandisdag. Hálvan annan tíma eftir at fyrsta startskotið brast, vóru tøkini av og úrslitini staðfest.
Fyrsti riðil var rógvin við barnaróðri dreingjum, 5-mannaførum kvinnum og 6-mannaførum kvinnum. Hjá dreingjunum vann Drekin fyrsta róður, men hereftir vísti Jallurin, hvar skápið skuldi standa og vann hinar róðrarnar. Hjá 5-mannaførum kvinnum var Teistin stinnari og vann allar róðrarnar sannførandi, eins og Sundabáturin gjørdi hjá 6-mannaførunum.
Í øðrum riðili skuldu barnaróður gentur, 6-mannafør menn og 8-mannafør rógva. Í barnaróðrinum hjá gentum, var sama raðfylgja sum í fyrsta umfarið, har Havfrúgvin streyk avstað við øllum. 6-mannaførini hjá monnum blivu tíverri ikki rógvin, ímeðan bert tveir bátar vóru við 8-mannaførunum hesa fer. Her vann Argjabáturin fyrsta róður, áðrenn Knørrur tók dik á seg, og vann teir báðar síðstu.
Triði og síðsti riðil var rógvin við 5-mannaførum gentum, 5-mannaførum dreingjum og 10-mannaførum. Hjá gentum var eins og undanfarna ódnartak, har Falkur gjørdi bart og vann allar róðrarnar. Dreingjaróðurin má hin vegin sigast at vera dagsins mest spennandi róður. Her megnaði Teistin at vinna fyrsta plássi í tættari kapping við Koll, sum vann allar róðrarnar í ódnartøkunum í Hvannasundi. Sermerkt var at allir 4 bátarnir komu á mál innan fyri ein fimta part av einum sekundi í síðstaróðrinum.
Leysasøgur vilja vera við at umborð á 10-mannafarinum hjá Orminum Langa, sat manningin hjá Konginum umborð. Kongurin sum altso endaði á einum fjórða plássi í fyrra umfarinum. Hvussu var og ikki, vann Ormurin Langi allar tríggjar róðrarnar á Havnarbátinum og Hvítravni, á ávíkavist øðrum og triðja plássið.
Stigatalvan í liðkappingini sær nú soleiðis út.
Róðrarfelagið Knørrur 2 – 18 stig
Argja Róðrarfelag – 13 stig
Havnar Róðrarfelag 3 – 12 stig
Havnar Róðrarfelag 2 – 9 stig
Havnar Róðrarfelag 1 – 9 stig
Róðrarfelagið Knørrur 1 – 6 stig
Triðja og síðsta umfar verður í Runavík leygardagin 24. septembur. In.fo fylgir róðrinum.