Anna vann 100.000 krónur í kvøld

Gekka-spælarin, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í kvøld, gjørdi skjótt av og streyk avstað við 100.000 krónum.

Tað var Anna Ørvarodd Hentze á Sandi, sum fekk fulla plátu, slapp ígjøgnum og slapp at snara Gekka-hjólinum í kvøld. Hon segði, at hon ikki var tann, sum plagdi at vinna.

Anna Ørvarodd Hentze valdi at deila tær tríggjar miljónir krónurnar, sum vóru høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum í kvøld, í allar tríggjar leyparnar. 

Tá hon hevði snarað fyrstu og einastu ferð, og Gekka-hjólið steðgaði á 10.000 krónum, misti SvF sambandið við hana. Lítil løta gekk, so var kvinnan á Sandi aftur í telefonini.

Í fyrsta drátti verður talið faldað við 10, soleiðis at tær 10.000 krónurnar gjørdust til 100.000 krónur. Anna Ørvarodd Hentze ivaðist ikki, men takkaði fyri vinningin.

- 100.000 krónur - tað er fínt, segði hjartans fegni Gekka-spælarin á Sandi í kvøld.