Meira enn 3,1 milliard fólk brúka hvønn dag eina av appunum hjá Meta – teirra millum Facebook, og Mark Zuckerberg sigur 2023 vera eitt »effektivitetsár«, sum hevur sum mál at gera Meta til eina sterkari tøknifyritøku.
Í dag fyllir Facebook 20 ár.
Fríggjadagin legði stovnarin Mark Zuckerberg út á Facebook tølini hjá Meta fyri, hvussu nógv brúka appir hjá felagnum.
– Tað hevur verið ein góður ársfjórðingur, og hann endaði eitt týdningarmikið ár fyri samfelag okkara og virki okkara. Vit meta, at tað eru fleiri enn 3,1 milliardir fólk, sum brúka minst eina av appum okkara hvønn dag, skrivar hann.
Umframt Facebook hevur Meta eisini sosialu miðlarnar Instagram, WhatsApp og Messenger.
Harumframt endaði Meta 2023 við vøkstri, og Facebook endaði árið við einum yvirskoti upp á 96 milliardir krónur.
– Í fjør rukku vit ikki bara effektivitetsmáli okkara, men vit høvdu eftur stóra vøkstur í umsetningi og høvdu økt virksemi tvørtur um appir okkara, skrivaði Marc Zuckerberg eisini í uppslagnum á Facebook.
##med2##
Hann kom við thefacebook.com afturi í 2004 saman við trimum vinmonnum og eitt frítíðarítriv endaði við at verða ein av heimsins størstu feløgum við størst ávirkan.
Tá thefacebook.com var farið á flog, fór Mark Zuckerberg av Harvard og flutti felagið til gitna tøknimekka, Silicon Valley í Kalifornia.
Har varð fyrsta stóra íløgan, sum kom uttanífrá, gjørd upp á 500.000 dollarar – umleið 3,4 milliónir krónur. Tað var frá Peter Thiel, sum var við til at stovna PayPal.
Í 2005 skifti felagið navn til Facebook. Og í dag hevur Meta eitt marknaðarvirði upp á yvir 1000 milliardir krónur.
Men Mark Zuckerberg hevur fleiri mál fyri móðurfelagið aftan fyri Facebook.
– Eitt høvuðsmál hjá Meta verður at byggja tey mest framkomnar vitlíkisverkætlanir og tænastur.
– Um tað eydnast, fara øll, sum brúka okkara tænastur, at hava ein vitlíkis-hjálpara í heimsflokki at hjálpa sær, skrivaði Mark Zuckerberg í uppslagnum fríggjadagin.
/ritzau/