Anne-Birgitte Lundholdt vil ikki siga nakað sum helst.
Við Sosialin í Keypmannahavn sigur hon:
- Eg eri ikki í politikki meira, tí havi eg onga viðmerking.
Kanst tú váttað, at tú ikki ert avhoyrd?
- Ja, tað kann eg. Tá fyrsta avhoyringarumfar var av, fekk eg bræv frá kanningarnevndini, har teir søgdu at teir ikki hildu, at eg var áhugaverd í málinum, og at eg tí ikki skuldi avhoyrast.
Fyri stuttum fór Anne-Birgitte Lundholdt úr Fólkatinginum, tá hon fekk tilboðið stjórastarv.
Viðmerkingarnar frá Anne-Birgitte Lundholdt afturvísa tí sum Lise Lyck segði, við fjølmiðlarnar í gjár.
Tá segði hon, at frágreiðingin var óbrúkilig, tí Anne-Birgitte Lundholdt og Anders Fogh Rasmussen ikki vóru avhoyrd. Tey vóru eftir hennara meting týdningarmiklir persónar í øllum málinum.