Norska løgreglan heldur, at norska ríkmanskonan, 69 ára gamla Anne-Elisabeth Hagen, varð burturflutt í bili hin 31. oktober í fjør. - Eg kann vátta, at hetta er okkara høvuðsástøði, sigur kanningarleiðarin og talsmaðurin hjá løgregluni í hesum máli, Tommy Brøske, við NRK.
Tíðliga í kanningararbeiðnum boðaði ein granni hjá norsku ríkmanshjúnunum frá, at tey sama morgun, sum Anne-Elisabeth Hagen hvarv, sóu ein gráan bil, sum tók ein merkiligan snarveg móti húsunum hjá hjúnunum í Lørenskog.
Grannin heldur, at hetta var ein silvurgráur bilur við norskum nummarplátum, men grannin segði seg ikki hava sæð bilføraran - ei heldur, hvussu mong vóru í bilinum. Tommy Brøske sigur, at løgreglan framvegis roynir at finna bilin fyri at finna út av, hvør førarin var.
- Bilurin er ikki eyðmerktur, men hann er framvegis áhugaverdur eins og alt annað, sum "flutti" seg í umhvørvinum og í námindi av bústaðnum í Lørenskog hin 31. oktober í fjør - og dagarnar frammanundan, sigur kanningarleiðarin.
Hvussu nógvir bilar vóru í umhvørvinum henda morgunin? spyr NRK Tommy Brøske. Hann sigur, at alt, sum hendi í umhvørvinum henda morgun, hevur áhuga í kanningararbeiðnum, men hann ynskir ikki at gera viðmerkingar til ítøkiliga talið av bilum.
Men, hvussu nógvir bilar eru kannaðir, sum vóru um hesar leiðir hin 31. oktober í fjør? - Vit hava kortlagt nógv akfør í økinum, men vit vilja ikki upplýsa talið, leggur kanningarleiðarin aftrat.
Í leitanini eftir Anne-Elisabeth Hagen, sum einki lívstekin hevur givið frá sær, síðan um sporleyst hvar úr heiminum í Lørenskog, hevur norska løgreglan kannað fleiri hundrað støð, har ríkmanskonan kanska kundi verið afturhildin, og leitað hevur eisini verið í grannalondum.
- Eftir at hava fingið fráboðanir, eru viðurskiftini á fleiri hundrað adressum kannaði, men higartil hevur leitingin ikki givið úrslit, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske.
Anne-Elisabeth Hagen er kona norska miljarderin, Tom Hagen, sum telist millum ríkastu menn í Noregi. Hann var til arbeiðis um morgunin hin 31. oktober, og tá hann kom heim aftur tíðliga seinnapartin henda dagin, var konan horvin.
Í heiminum fann hann eitt bræv við kravi um loysigjald, og í brævinum var eisini ein hóttan um, at lívið hjá konu hansara var í vanda, um hann dró løgregluna upp í málið. Stíviga hálvan tíma eftir, at hann var komin til hús, setti hann seg kortini í samband við løgregluna.
Av ótta fyri, at hugsandi ránarar fóru at gera seg inn á Anne-Elisabeth Hagen arbeiddi løgreglan í loyndum við málinum tær fyrstu tíggju vikurnar, og tað var ikki fyrr enn tíðliga í 2019, at løgreglan fór alment út og greiddi frá tí, sum var hent.