Anne Linnet á Summar Festival

Ein av størstu songkvinnunum í donskum tónleiki kemur við øllum sínum perlum á Summar Festival

Ein av størstu songkvinnunum í donskum tónleiki kemur við øllum sínum perlum á Summar Festival.

 

Anne Linnet hevur í fleiri áratíggju verið ein profilur í donskum tónleiki, og hon er framvegis viðkomandi og vælumtókt. Orsøkin er sjálvandi, at hon gjøgnum árini hevur skrivað og sungið sangir, sum fólk av álvara hava tikið til sín.

 

Millum teir kendastu sangirnar hjá Anne Linnet eru Forårsdag, Tusind Stykker, Smuk & dejlig, Barndommens Gade og Tabt Mit Hjerte. Hetta eru eisini sangir, sum føroyingar kenna sera væl.

 

Anne Linnet hevur verið partur av tónleikaumhvørvinum í Danmark síðani 1970’ini, og hon er ein av teimum fáu songkvinnunum, ið hevur hildið stand øll árini og tann dag í dag er frammi og aktuell. Hon hevur verið við í bólkum, hevur skrivað tónleik til onnur, og hevur ikki minst verið frammi sum solistur.

 

Anne Linnet hevur einaferð áður vitjað á Summar Festivalinum, tað var í 2005, og ta ferðina var talan um eina framúr góða og hugnaliga konsert.

 

Nú verður Anne Linnet aftur at hoyra á Vágsbøi, tá ið Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 7. til 9 august.