Anne Linnet kanska X-Factor dómari

Mánadagin verða X-Factor dómararnir avdúkaðir.

Nógv verður gitt í hesum døgum um, hvørjir dómarar verða í komandi X-Factor sendigunum. Danska Ekstrablaðið nevnir í dag Anne Linnet sum eitt boð uppá ein X-Factor dómara.

Men www.dr.dk skrivar, at hvørki Danmarks Radio, sum skipar fyri, ella Anne Linnet hava hug at gera stórvegis viðmerkingar til hetta.

Jan Lagermand Lundme frá undirhaldsdeildini hjá DR sigur, at onki er enn at frætta, men at tíðindafundur verður mánadagin, har allir dómararnir verða kunngjørdir.

59 ára gamla Anne Linnet sigur seg onki kenna til hetta, tá hon verður spurd.

Í 2008 var hon sonevnd gesta-coach, og gjørdist hon so hugtikin av Basim, at hann slapp við henni sum gestasangari á eini konsert í Keypmannahavn.

Komandi X-Factor dómararnir verða kunngjørdir mándagin klokkan 11:00 (danska tíð) á www.dr.dk/xfactor og á tíðindafundi á Hotel Nimb í Keypmannahavn.

Á myndini síggjast Anne Linnet og Basim