Við gudstænastuna í Fuglafirði í morgun, verður Anne Mette Greve Klemensen innsett í kallið sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi. Tað verður undanmaður hennara í kallinum, dómprósturin, Uni Næs, ið skipar nýggja prestin embætið.
Anne Mette er dani. Hon læs gudfrøði á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn og tók prógv á sumri í 2010. Í adventini fullførdi hon Pastoralseminariið, so sigast kann, at leiðin inn í embætið hevur gingið væl.
Anne Mette kennir væl føroysk viðurskifti. Sum ung genta var hon á Háskúlanum í Tórshavn. Har lærdi hon føroyskt mál og mentan, og hetta kemur væl við, nú hon skal taka við kallinum sum prestur í fólkakirkjuni.
Anne Mette hevur eisini sungið í føroyska útisetakórinum MPIRI og á henda hátt lært ein týðandi tátt av føroyskari mentan við atliti at sálmum og sangi. Hon hevur føroyskan mann, Leif Hansen, ið er ættaður úr Nólsoy. Leif er kendur urguleikari í høvuðsstaðnum, har hann mangan hevur verið feriuavloysari. Í Keypmannahavn var hann urguleikari við Samuelskirkjuna, har føroyingar savnast til gudstænasta, sankta Ólavs Kirkjulið.
Saman við børnunum - Beinta fødd í 2004 og Helgi føddur í 2006 - koma tey at búgva í prestagarðinum, á Mørkini 10, í Fuglafirði.
Anne Mette skilir væl føroyska málið í talu og skrift.