Anne Mette skrivar søgu

Tá Fuglafjarðar presturin, Anne Mette Greve Klemensen, í gjár eftir arbeiðstíð fór í barnsburðarfarloyvi, var hon fyrsti prestur í Føroyum, sum fór í hesa skipan.

Tá Fuglafjarðar presturin, Anne Mette Greve Klemensen, í gjár eftir arbeiðstíð fór í barnsburðarfarloyvi, var hon fyrsti prestur í Føroyum, sum fór í hesa skipan.

 

Dómpróvsturin hevur ikki havt úr at gera við at finna avloysarar fyri prestar, ið fara í barnsburðarfarloyvi. Í veruleikanum er hetta fyrstu ferð, nú Fuglafjarðar prestur fer í hesa skipan.

 

Tað er hent einaferð áður, at ein prestur fær barn í starvstíðini, men hesin fór kortini ikki í barnsburðarfarloyvi.

 

Tað hendi, tá Marjun Lómaklett fyri nøkrum árum síðani átti barn, men hon gavst í prestastarvinum og flutti til Dubai. Harvið fór hon ikki í barnsburðarfarloyvi.

 

Tískil skrivar Anne Mette Greve Klemensen søgu við at vera fyrsti føroyski prestur, sum fer í barnsburðarfarloyvi.

 

Tað verður Havstein Klein, sum fer atloysa Anne Mette Klemensen av, meðan hon er í barnsburðarfarloyvi, og hann verður innsettur við gudstænastuna í Fuglafirði í morgin av Una Næs, dómpróvsti.

 

Anne Mette Greve Klementsen er sett at eiga 22. februar, og barnsburðarfarloyvi heldur fram til 15. oktober.