Annfinn Reinert seksti

Mikudagin ið fór, tann 15. september, fylti Annfinn Reinert, sløkkiliðsmaður í Havn, seksti

Annfinn er ættaður úr Norðradali, sonur Astrid og Albert Reinert, Albert í Norðradali.
Annfinn kann av røttum sigast at verða ein ímyndin av sløkkiliðnum í Havn, tí hann hevur tænt hesum liði í samfull 37 ár. Hann byrjaði sum »leysur maður«, teir kalla, í 1967, og í 1975 varð hann settur í fast starv. Kortini byrjaði hann longu fast á Brandstøðini í Havn árið fyri, í 1974 sum avloysari.
Brandstøðin í Havn varð mannað í 1971, tá Símun Poulsen var sløkkiliðsleiðari. Fasta liðið hjá honum taldi tá Hansemann Mikkelsen, Hilmar Johannesen, Bjarka Christiansen og Gudmund Isfeld. Í 1974 fóru Bjarki og Gudmund úr starvi, og tá vórðu Annfinn Reinert, Petur J. Sigurstein og Petur Jacobsen setir í starv - og vaks fasta liðið tá við einum manni. Saman við leysu sløkkiliðsmonnunum taldi liðið tá eins og í dag tilsamans umleið 30 mans. Sløkkiliðið hevði tá til húsa í gomlu Brandstøðini niðast í Varðagøtu, sum varð bygd í 1965. Fyri tíggju árum síðani flutti Brandstøðin niðan í nýggjan bygning í gamla grótbrotinum uppi á Varða. Virksemið hjá støðini er nógv broytt hesi árini Annfinn hevur verið í starvi. Í dag hevur støðin eitt nú tveir bussar til avlamisflutning og tveir bilar til bilaflutning. Hesir bilar koyra so at siga allan dagin. Sløkkiliðismenninir arbeiða aðru hvørja viku. Tá hava teir tvær 24 tíma vaktir umframt vanligan átta tíma arbeiðsdag.
Starvsfelagarnir siga um Annfinn, at hann er ein álitismaður, sum sjáldan sigur nei. Hann er ein av innsatsleiðarunum í Sløkkiliðnum, og hevur í fleiri ár virkað sum næsti maður hjá sløkkiliðsleiðaranum og varaleiðaranum. Tá onkur teirra hevur verið burturstaddur, hevur Annfinn virkað sum leiðari, og ta uppgávuna hevur hann røkt sera væl, siga starvsfelagarnir.
Annfinn er innløgumaður. Honum dámar sera væl at fáast við jørð og seyð, gæs og dunnur - og so hevur hann eisini ross og er týðum við í ríðikappingum. Hann og konan, Sólbjørg Thomasen, búgva í Dalagøtu í Havn. Hon er ættað úr Kvívík og starvaðist í nærum 30 ár á bilstøðini Auto í Havn. Tey eiga sonin Fríðbjart.