Annfinn væntar samanlegging

Annfinn Brekkstein væntar, at Kirkjubøar kommuna verður løgd saman við Tórshavnar kommunu einaferð í framtíðini. Fyri fyrst hevur bygdaráðið tó valt samstarv við at søkja um limaskap í Kommunusamskipan Føroya, har tær størru kommunurnar eru limir

 

Kirkjubøar kommuna hevur søkt um limaskap í Kommunusamskipan Føroya, ið umboðar 67% av fólkatalinum, men bara seks kommunur. Samstundis hevur hon tikið seg úr Føroya Kommunufelag, sum ikki megnaði at røkja hennara áhugamál til fulnar.

 

? Vit hava betri umboðan í KSF enn í kommunufelagnum, og vit standa sterkari í tí felagsskapinum. Soleiðis kunnu vit víðka samstarvið við størru kommunurnar enn meira, sigur Annfinn Brekkstein.

 

Hann vil vera við, at kommunufelagið als ikki megnaði at fylgja við og røkja teirra áhugamál. Tí heldur hann, at kommunufelagið skuldi tikið upp samráðingar við KSF um limaskap. Úrslitið hevði verið eitt kommunufelag í landinum, sum er øllum at gagni.

 

Hann heldur, at kommunusamskipanin hevur størri førleika enn kommunufelagið. Og tá stórar avbjóðingar og tungar byrðar eru fyri framman hjá kommununum, stendur ein lítil kommuna seg betri í samstarvi við tær størru. Her verður m.a. sipað til barnaansing og eldrarøkt.

 

? Tann minna kommunan fær altíð meira burturúr einum samstarvi við eina størri kommunu, sigur Annfinn.

 

Kirkjubøur, Velbastað og Syðradalur hava longu umfatandi samstarv við Tórshavnar kommunu, og ætlanin er at víðka hetta samstarvið.

 

? Tær smáu kommunurnar hava ongan møguleika at taka ábyrgd av eitt nú eldraøkinum og øðrum, ið landið fer at leggja út, og tí mugu vit dúva uppá Tórshavnar kommunu, sigur borgarstjórin.

 

 

 

Fyri samanlegging

 

Annfinn Brekkstein heldur, at nýggja kommunulógin leggur upp til, at kommunur verða lagdar saman í størri eindir.

 

? Lógin skuldi verið gjørd soleiðis, at kommunurnar vórðu noyddar til samanleggingar, men tað verður ikki sagt beinleiðis í lógini, sum tó bara er gjørd til størri eindir, sigur borgarstjórin.

 

Hann ivast ikki í, at Kirkjubøar kommuna verður løgd saman við Tórshavnar kommunu einaferð í framtíðini, tí eingin ivi er um, at hetta er ynskið hjá landsins myndugleikum, og hesum tekur hann undir við. Tó hevur bygdaráðið ikki viðgjørt henda spurningin ítøkiliga enn.

 

Eitt triðja kommunufelag er við at taka seg upp, og tað er samstarv millum útoyggjar, ið hevur ætlanir um at seta eina skrivstovu á stovn.

 

Annfinn Brekkstein metir ikki, at hesum felagsskapi er lív lagað, tí hvaðani skulu pengarnir koma frá, spyr hann.

 

 

 

Fleiri kommunur á veg inn

 

Hann avdúkar samstundis, at fleiri kommunur fara at søkja um limaskap í KSF. Hetta er greitt, eftir at Kirkjubøar kommuna hevur søkt um limaskap.

 

Tí kunnu vit vænta, at fleiri kommunur fara at venda kommunufelagnum bakið, sum harvið fer at missa bæði styrki og førleika.

 

Tað er hetta, sum fær Annfinn Brekkstein at halda, at best hevði verið, um bara eitt kommunufelag er í Føroyum.