Annfinnur Heinesen farin til verka

Annfinnur Heinesen er byrjaður í starvinum sum leiðari fyri nýggja Mentanarhúsinum í Klaksvík, Varpið

Annfinnur, sum er ættaður úr Klaksvík, er 45 ár og býr í Havn. Hann hevur holla útbúgving og leiðsluroyndir, drúgvar royndir á palli, er góður fyrisitari og formidlari.

 

Eisini hevur Annfinnur hægri listarliga útbúgving sum sjónleikari frá Den Danske Scenekunst-uddannelse, og hevur hann starvast innan mentanarøkið í mong ár, harav 5 ár sum stjóri á Føroya Fólkaháskúla.

 

Hetta skrivar Klaksvik.fo.

 

Annfinnur er spentur uppá spennandi uppgávurnar sum leiðari av hesum spennandi húsi við nógvum møguleikum, har øll skulu kenna seg væl, sum hann tekur til.

 

Annfinnur hevur góð boð uppá, hvussu Varpið kann gerast eitt livandi og fólksligt hús, ið hann nú fer at leggja lunnar undir, skrivar klaksvik.fo.