Fyri løtu síðani tók Annika Olsen, Fólkaflokkurin, orðið á tingið, og boðað varð frá, at hon tekur undir við at geva samkyndum rættindi, men sum skilst ikki sum uppskotið fyriliggur nú.
Annika Olsen vísir á, at eitt uppskotið er ávegis í tingið um skrásett parlag, har tingfólk við tí vilja geva samkyndum borgarlig rættindi, uttan at blanda kirkju og samkomur uppí málið.
Tá ið uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, var til fyrstu viðgerð í Løgtinginum, staðfesti Annika Olsen annars, at hon mátti atkvøða fyri, tí hon kundi ikki annað. Les meiri HER
Annika Olsen heldur, at hetta uppskotið blandar kirkjuna uppí málið, men tað eru tingfólk ósamd um. Meðan fólkakirkja sjálv staðfestir, at hetta uppskotið um samtykt ikki merkir, at samkynd kunnu signast í kirkjuni, so halda tingfólk – eisini Annika Olsen – kortini, at soleiðis fer tað at vera.
Tí sigur tingkvinnan, at hon tekur undir við skrásettum parlagi, men ikki hesari broytingini í hjúnabandslógini.