Eg hugsi nógv um, hvussu ræðuligt hetta er fyri fólkaræðið. Tað sigur stóri atkvøðuslúkurin hjá Fólkaflokkinum, Annika Olsen, sum aftur í gjárkvøldið var fyri stórum ósigri í sínum egna flokki.
Tingmanningin og landsstýrisfólkini høvdu fund í gjárkvøldið, og har avgjørdi ein meiriluti at heita á floksleiðsluna um at velja Jørgen Niclasen aftur til formann.
Tá avtornaði, fekk Annika Olsen fimm atkvøður á fundinum, meðan Jørgen Niclasen fekk seks atkvøður.
Annika Olsen er ikki sørt fortørnað yvir, at meirilutin av tingmanningini og landsstýrisfólkunum hjá flokkinum vil hava, at Jørgen Niclasen skal halda fram sum formaður.
Hetta er at seta allar fólkaræðisligar spælireglur til viks. Tað hevur meirilutin í flokkinum gjørt og tað hevur serstakliga formaðurin, Jørgen Niclasen, gjørt. Jørgen hevur fullkomiliga skúgvað veljarans dóm til viks fyri at tvíhalda um sessin sum floksformaður, sigur ein rættiliga bersøgin Annika Olsen eftir ósigurin í samrøðu við Sosialin.
Annika Olsen heldur, at meirilutin í Fólkaflokkinum tvíheldur um ta mest snævurskygdu tulkingina av lóg floksins, sum er, at tað eru ting- og landsstýrisfólkini, sum tilnevna formannin, og at floksleiðsan so formliga skal velja viðkomandi til formann.
Spurd, ásannar hon, at hetta í øllum førum ikki er serliga eggjandi fyri hennara støðu í flokkinum, men at hon ikki vil hótta við nøkrum.
Nú má eg fyrst koma yvir tann veruleika, at flokkurin ikki tekur fólkaræðið í álvara, og so fáa vit at síggja, sigur Annika Olsen, sum tó ikki væntar, at floksleiðslan í Fólkaflokkinum tekur undir við mannagongdini hjá ting- og landsstýrisfólkunum.
Tað er hvørki eydnast Portalinum, Sosialinum ella Rás 2 í morgun at fáa eina viðmerking frá Jørgeni Niclasen.