Annika fer at strekkja seg langt

Annika Olsen, landsstýriskvinna, fer ikki at gera eftir kravinum frá floksfelaganum, Jógvani á Lakjuni, men hon fer at strekkja seg langt fyri at finna eina semju Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, fer ikki at slaka fyri kravinum frá flokspolitiska partamanninum, Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni.

Men hon fer kortini at strekkja seg langt fyri at finna semju.

Annika Olsen hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta revsilógina á fleiri økjum. Tað er Jógvan á Lakjuni so misnøgdur við, at hann krevur, at uppskotið verður tikið aftur, annars sigur hann seg úr samgonguni.

Hann sigur, at hann gjørdi greitt, at hann var ímóti, at uppskotið varð lagt fram, tí tað eru nógv viðurskifti, hann er ótryggur við og tí vildi hann hava betri stundir at seta seg inn í málið.

Tað er serliga ymisk viðurskifti viðvíkjandi tí tiltiknu grein 266-b, sum hevur gjørt Jógvan á Lakjuni so ótryggan, at hann hóttir samgonguna.

Men Annika Olsen ger greitt, at hon fer ikki at taka uppskotið aftur.

- Tað vildi verið ótrúligt spell, skuldi alt dottið niðurfyri orsakað av eini einstakari broyting, sigur hon, tí tað eru nógv onnur viðurskifti, sum treingja til at ábøtur. Eitt nú skjýtur hon upp at herða revsingina fyri neyðtøku, barnaporno, kynsligan ágang ímóti børnum o.s.fr.

Málið er nú í rættarnevndini og Annika Olsen sigur, at tað er onki í vegin fyri at nevndin tekur tað burtur úr, sum ósemja er um.

Jógvan á Lakjuni sigur, at sum hann hevur fingið upplýst, skal Løgtingið atkvøða um alla revsilógina og sostatt eisini um upprunaligu 266-b, sum so nógv rok var um fyri einum tveimum árum síðani.

Og Jógvan á Lakjuni vil undir ongum umstøðum vera við til at atkvøða fyri tí partinum av grein 266-b, sum viðvíkur kynsligari orientering.

Men Annika Olsen sigur, at hon nú fer at virka fyri, so at Løgtingið bara skal atkvøða um broytingarnar, so at løgtingið sleppur undan at atkvøða um alla revsilógina og sostatt eisini um tað tiltiknu grein 266-b.