Annika flytur til Keypmannahavnar

– Eg varð sett í fimm ár, og havi sitið í starvinum í hálvt fimta ár, men nú var tíðin komin at royna aðrar leiðir, sigur Annika Mittún Jacobsen, sum hevur boðað Kringvarpsstýrinum frá, at hon gevst í starvinum 1. august komandi, hóast fimm ára starvstíð hennara er til 31. mars komandi ár.

Hon og maðurin – sum er finni – hava búð í Føroyum í átta ár. Nú flytir familjan til Keypmannahavnar.

– Eg byrji í nýggjum starvi hjá Scandinavian Data Central 1. august, sigur Annika Mittún Jacobsen, sum hevur tríggjar mánaðir uppsagnartíð.

Kringvarpsstýrið fer í næstum at lýsa eftir nýggjum stjóra.