17 menn og tvær kvinnur hava stjórnað Havnar býráð.
Síðani Tórshavnar kommuna fekk sítt fyrsta býarstýrið í 1909 hevur kommunan havt 18 borgarstjórar. Nakrir teirra hava sitið leingi í starvinum – teir, sum hava sitið longst, hava sitið í sessinum í 12 ár.
Mads A. Jacobsen varð valdur til borgarstjóra eftir býráðsvalið í 1932. Hann tók við starvinum 1. januar í 1933 og sat til árslok í 1944. Tilsamans 12 ár sat hann sum borgarstjóri. Mads A. Jacobsen umboðaði listan hjá Framburðsfelagnum.
Eftir Mads A. Jacobsen tók Johan Pauli Henriksen, Palli Henriksen, við sum borgarstjóri. Hann sat í tveimum skeiðum, frá 1944-48 og 1952-57. Tilsamans í 11 ár. Fyrra skeiðið umboðaði Palli Henriksen listan hjá Arbeiðsmannafelagnum, seinna skeiðið Javnaðarflokkin.
Poul Michelsen eigur saman við Mads A. Jacobsen og Heðini Mortensen metið sum tann, ið hevur sitið longst sum borgarstjóri. Poul Michelsen hevur í veruleikanum ikki roynt annað í kommunalpolitikki, enn borgarstjórastarvið. Hann varð valdur til borgarstjóra eftir valið í 1980, og hann hevði sessin í 12 ár, frá 1981 til 1992, tá hann ikki stillaði uppaftur. Poul Michelsen umboðaði Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð.
Annar borgarstjóri hjá Fólkaflokkinum, sum hevur sitið leingi í sessinum er Sigfred Skaale, sum sat sum borgarstjóri í 10 ár, frá 1958 til 1967.
Petur Christiansen, ella Petur C, sum hann vanliga varð nevndur, sat sum borgarstjóri í níggju ár, frá 1972 til 1980. Hann umboðaði Fólkaflokkin.
Søren Emil Müller, sum var annar borgarstjórin í kommununi, sat sum borgarstjóri í átta ár frá 1913 til 1920. Hann umboðaði listan hjá Føroya Væl.
Heðin Mortensen, sum í dag fer frá sum borgarstjóri, hevur sitið í starvinum í 12 ár. Teir tríggir, Poul Michelsen, Mads A. Jacobsen og Heðin Mortensen eru teir, sum hava sitið longst sum borgarstjórar í høvuðsstaðnum, í 12 ár.
Teir 19 borgarstjórarnir í Tórshavnar Kommun hesi 107 árini eru hesir:
|
|
| ár tilsamans |
1. | Mads Andreas Winther | 1909-1912 | 4 |
2. | Søren Emil Müller | 1913-1920 | 8 |
3. | Anton Fr. Degn | 1921-1922 | 2 |
4. | H.C.W. Tórgarð | 1923-1924 | 2 |
5. | Valdemar Lützen | 1925-1928 | 4 |
6. | Johannes O. Joensen | 1929-1932 | 4 |
7. | Mads A. Jacobsen | 1933-1944 | 12 |
8. | Johan Pauli Henriksen | 1944-1948 & 1952-1957 | 11 |
9. | Kjartan Mohr | 1949-1951 & 1971 | 4 |
10. | Sigfred Skaale | 1958-1967 | 10 |
11. | Peter F. Christiansen | 1968-1969 | 2 |
12. | Hanus við Høgadalsá | 1970 | 1 |
13. | Petur Christiansen | 1972-1980 | 9 |
14. | Poul Michelsen | 1981-1992 | 12 |
15. | Lisbeth L. Petersen | 1993-1996 | 4 |
16. | Leivur Hansen | 1997-2000 | 4 |
17. | Jan Christiansen | 2001-2004 | 4 |
18. | Heðin Mortensen | 2005-2012 | 12 |
19. | Annika Olsen | 2017- |
|