Annika Olsen er sera fegin

Hetta er størsta nýskipan í nýggjari tíð


- Hetta er størsta umskipanin í Føroyum í nýggjari tíð.

 

Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú Løgtingið í morgun endaliga samtykti, at tann fyrsta januar verður eldraøkið og heimatænastan lagt undir kommunurnar at umsitast.

 

Hetta er fyrsta og avgerandi fetið tikið í at leggja eldraøkið út til kommunurnar, sigur hon í fráboðan í morgun.

 

Hon dylir ikki fyri, at hin er sera fegin í dag.

- Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu hava vit fingið eina eldralóg, ið tryggjar øllum borgarum, ið hava tørv á hjálp, eina samskipaða heildartænastu, har fyribyrging og menning er ein aðaltáttur, og har tað er tryggjað, at neyðug røkt og umsorgan verður veitt.

 

- Við lógini er ásett, at kommunurnar skulu tryggja, at borgarar, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt og stuðli, fáa neyðugu hjálpina, og at avgerðir um tilboð og tænastur eru grundaðar á fakliga tørvsmeting.

Hon sigur, at starvsfólk, sum varnast, at borgarar hava tørv á persónligari hjálp, røkt ella stuðli ella á annan hátt liva undir ónøktandi korum, skulu boða frá.

 

- Tað er eisini ásett í lógini, at kommunurnar skulu hava eftirlit við bústøðum, tænastum og tilboðum, og at avgerðir um tænastur kunnu kærast.

 

- Lógin tryggjar í nógv størri mun ein opinleika um tænastur, rættartrygd hjá okkara eldru at verða kunnaði og hoyrd og at vera við, har avgerðir skulu takast. Og ikki minst tryggjar lógin at okkara eldru fáa eina betri rættartrygd og harvið trygd fyri einari betri tænastu enn í dag, staðfestir Annika Olsen.

 

Hon sigur, at nú verður tað loksins greitt, at tað er EIN myndugleiki, sum hevur ábyrgdina á økinum, har myndugleikin áður hevur verið býttur sundur ímillum land og kommunu.

Og nú er eisini samsvar ímillum vald og gjald.

 

Hetta fer at styrkja fakligu dygdina og trygdina, soleiðis at borgarin fær eina so góða tænastu sum gjørligt, sigur Annika Olsen.

 

Hon sigur, at kommunan hevur borgaran tættari inn at sær, og tørvurin verður sjónligari, og tað er skjótari frá tanka til gerð í kommununum.

 

- Tí er dagurin í dag ein sigursdagur fyri okkara eldru, og ikki minst fyri tað kommunala samstarvið.

 

Hon sigur, at restina av árinum fara kommunurnar og landsmyndugleikarnir í felag at gera neyðugar kunngerðir og mannagongdir.

 

- Hetta arbeiðið verður liðugt, áðrenn yvirtøkuna 1. Januar, men taka ivamál seg upp eftir eftir 1. Januar, er tað ásett í lógini, at partarnir skulu taka hetta upp í nevnd.

Tann stóri spurningurin hevur verið, hvussu nógvur peningur skal fylgja við frá landinum til kommunurnar.

 

- Spurningurin um fíggjarleist skal eisini avgreiðast í næstum saman við landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

 

- Og hóast fjølmiðlunum geva eina fatan av, at partarnir eru langt frá hvørjum øðrum, skal havast í huga, at partarnir í løtuni eru í einari samráðingarstøðu, og tá er ikki óvanligt, at ósemjurnar verða tiknar fram, sigur Annika Olsen, sum eisini hevur góðar vónir um at semja verður millum partarnar.