Eisini kvinnurnar úr fimleikaliðnum Hydra hjá Ljósinum hava verið á gátt hjá borgarstjóranum í Havn, sum hevur heiðrað tær fyri framúrskarandi úrslitið, tær fingu í heimsmeistarakappingini í fimleiki í Finnlandi um vikuskiftið.
– Man kann ikki siga annað enn, at hóast tit hava havt góð úrslit frammanundan, so enda tit árið við einum fantastiskum braki, segði Annika Olsen.
– Tit luttóku í kapping í Italia í apríl og serliga minnast vit tykkum frá Easter Cup á páskum í Danmark, har tit hvørki meira ella minni megnaðu at gerast besta kvinnulið í kongaríkinum.
– Og nú hava tit eisini fingið ótrúliga góð úrslit í HM í Finnlandi.
– Eg skilji eisini, at umstøðurnar hjá tykkum hava verið góðar. Haraftrat hava tit millum onnur góð fólk eldsálina Eyð Strøm at venja tykkum, og úrslitini munnu ikki minst vera henni fyri at takka, nú tit hava fingið hana eisini at verða venjara komandi fimleikaárið.
– Og so vóru tit so nasadjarvar at fáa heimskenda koreografin Antton Laine at gera sjálva íðkanina fyri tykkum. Og tað hepnaðist eisini væl.
– Og nú standa tit her sum bæði FM vinnarar og sum besta kvinnulið í estetiskum fimleiki í kongaríkinum.
– Eg skilji á lagnum, at tit eru sjáldsama ágrýtnar, elska at gera fimleik og arbeiða hart fyri teimum góðu úrslitunum, sum tit fingu bæði til FM og aftur nú til HM í Finnlandi.
– Helst er onki at ivast í, at tit eisini hava eitt gott bakland, tí tað fer nógv tíð til at venja á so høgum støði. So familjur og avvarðandi tykkara eisini eisini stóra tøkk uppiborna.
– Eg havi nevnt áður, at fimleikurin er ein av teimum ítróttargreinunum, sum tíverri áður hevur fingið alt ov lítið pláss í fjølmiðlunum. Tað hava tit sanniliga verið við til at broyta.
– Menningin higartil, góða samanhaldið og góði stemningurin tykkara millum fer at lyfta tykkum øll upp á eitt enn hægri støði, so vit næsta ár aftur kunnu gera vart við okkum millum heimsins bestu!
– Tit heysta nú fruktirnar av skilagóðum íløgunum í fimleikin! Og tit heysta samstundis fruktirnar av einastandandi arbeiðnum hjá teimum eldsálum, sum hava vant tykkum.
– Okkara uppgáva sum politikkarar er at skapa karmarnar til ítróttin. Og tílík fantastisk úrslit sum hesi eru óivað við til at skapa enn størri vælvild.
– Hjartaliga tillukku við úrslitinum og allarbestu eydnu víðari, segði Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.
Niðanfyri síggjast myndir frá kappingini í Finnlandi og frá móttøku hjá Anniku Olsen, borgarstjóra, í Móttøkuhúsinum í Tróndargøtu seinnapartin í dag.