Annika Olsen møtt ringast upp í tinginum

Av tí at hon ikki hevur havt varafólk fyri seg á tingi, meðan hon hevur verið burturstødd í privatum ørindum á jólum, varð hon skrivað sum fráverandi fyri 10 tingfundir síðani 22. desember.

 

Tí vann Annika Olsen "kappingina" ímóti Jákup Mikkelsen, Jenisi av Rana og Magna Laksafoss, sum hava verið burturstaddir í ávikavist 9, 9 og 8 tingfundir – um at verða tað tingfólkið, sum sambært gerðabók løgtingsins hevur møtt ringast upp til løgtingsfundir hesa tingsetuna.

 

Til allar atkvøðugreiðslurnar í tinginum, sum hava verið í øllum rokinum á teimum 10 tingfundunum, sum hava verið síðani 22. desember, hava 31 av teimum 33 tingfólkum atkvøtt. Og tað hava tey gjørt, hóast 32 tingfólk hava verið á tingfundi.

Orsøkin til tað er, at tingfólk hava ta avtalu, at tey kunnu "cleara" hvønn annan, um onkur er burturstaddur. Er til dømis ein samgongutinglimur burturstaddur, so verður avtalað við ein andstøðutinglim, at hann ikki atkvøður – og øvugt. Soleiðis hevur eisini verið gjørt nú á jólum. Annika Olsen, uttanflokkatingkvinna, hevur verið burturstødd, og tí hevur Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, ikki atkvøtt.

 

Nú vit eru komin til ársins síðsta dag, so verða hagtøl uppgjørd. Løgtingið hevur eisini hagtøl, millum annað um, hvussu tingfólk hava møtt upp til tingfundir. Hesa tingsetuna – tingsetan 2015, sum byrjaði á ólavsøku – hevur løgtingið havt 47 tingfundir. Yvirlitið – sum er úr gerðabókini hjá Løgtinginum – vísir, hvussu tingfólk hava møtt til hesar tingfundir. Fimm av tingfundunum vóru fyri løgtingsvalið. Tey nýggju tinfólkini og landsstýrisfólkini úr undanfarni samgongu, hava tí bert kunna møtt á 42 av hesum 47 tingfundum. Tí verður teirra fráveruprosent roknað út frá 42 tingfundum.

 

 

 

 

Nr.

Tingfólk

Ikki á fundi

Fundir

Frávera %

1

Annika Olsen

11

42

26,19

2

Jákup Mikkelsen

9

47

19,15

3

Jenis av Rana

9

47

19,15

4

Magni Laksáfoss

8

42

19,05

5

Helena Dam á Neystabø

4

42

9,52

6

Jacob Vestergaard

4

42

9,52

7

Heðin Mortensen

3

42

7,14

8

Bill Justinussen

3

47

6,38

9

Bárður á Steig Nielsen

3

47

6,38

10

Magnus Rasmussen

2

42

4,76

11

Kaj Leo Holm Johannesen

2

42

4,76

12

Jørgen Niclasen

2

42

4,76

13

Jónleif Johannesen

2

42

4,76

14

Kristin Michelsen

2

47

4,26

15

Bjørt Samuelsen

2

47

4,26

16

Bjarni Hammer

1

42

2,38

17

Bárður Kass Nielsen

1

42

2,38

 

 

Gerðabók verður førd eftir hvønn løgtingsfund, og tá verður viðmerkt, hvørji tingfólk ikki møttu á fundi uttan at hava fingið farloyvi frá løgtinginum frammanundan.

 

Fráverur í tinginum tingsetan 2015

Fundur

Tingfólk

2.

Kristin Michelsen

5.

Jákup Mikkelsen

7.

Bjarni Hammer

8.

Bjørt Samuelsen

12.

Kristin Michelsen og Bárður Nielsen

13.

Magni Laksáfoss, Magnus Rasmussen, Bárður Kass Nielsen og Jenis av Rana

14.

Magni Laksáfoss, Annika Olsen og Jenis av Rana

15.

Jacob Vestergaard, Jákup Mikkelsen og Magni Laksáfoss

16.

Bárður á Steig Nielsen og Magni Laksáfoss

17.

Magni Laksáfoss og Jákup Mikkelsen

18.

Magnus Rasmussen

23.

Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen

24.

Jákup Mikkelsen, Kaj Leo Holm Johannesen, Jørgen Niclasen, Bill Justinussen, Jónleif Johannesen

25.

Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen, Jónleif Johannesen, Jørgen Niclasen og Kaj Leo Holm Johannesen

29.

Helena Dam á Neystabø, Heðin Mortensen, Magni Laksáfoss, Jenis av Rana, Jákup Mikkelsen og Jacob Vestergaard

30.

Helena Dam á Neystabø, Heðin Mortensen, Magni Laksafoss, Jenis av Rana, Jákup Mikkelsen og Jacob Vestergaard

31.

Helena Dam á Neystabø, Heðin Mortensen, Magni Laksáfoss, Jenis av Rana, Jákup Mikkelsen og Jacob Vestergaard

39.

Annika Olsen

40.

AnnikaOlsen og Jenis av Rana

41.

Jenis av Rana, Annika Olsen

42.

Jenis av Rana, Annika Olsen

43.

Jenis av Rana, Annika Olsen

44.

Annika Olsen

45.

Annika Olsen, Helena Dam á Neystabø

46.

Annika Olsen, Bjørt Samuelsen

47.

Annika Olsen

48.

Annika Olsen