Málið um Markus verður nú eisini tikið uppá á politiskum stigi í Føroyum.
Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vil hava svar frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu um, hvørt rættartrygdin hjá børnum og foreldrum verður nógv væl vard í slíkum málum. Hóast ættleiðing er eitt dansk málsøki, so vil Bjørt Samuelsen millum annað hava at vita, um tað ber til at taka børn frá foreldrum í Føroyum, uttan at føroyska barnaverndin er partur av málinum. Og víðari vil hon hava at vita, um ættleidd børn eru undir somu rættartrygdarskipan sum onnur børn í Føroyum, frá tí degi teg búsetast her.
-Tá eitt barn í Føroyum, eftir myndugleikans boðum, verður tikið frá familjuni og flutt av landinum, er talan um eina heilt óvanliga avgerð, við sera ógvusligari avleiðing fyri bæði barn og foreldur. Spurningur eigur at verða settur við, hvørt ættleiðingarskipanin virkar nóg væl, tá mál sum hetta yvirhøvur kunnu koma fyri, sigur Bjørt Samuelsen.
-Í málum har fyrisitingarligar og endaligar avgerðir verða tiknar, ið hava so álvarsamar og víðfevndar menniskjaligar avleiðingar, og har avgerðin verður tikin við ógvuliga stuttum skotbrái, er neyðugt at føroysku myndugleikarnir kunnu veita trygd fyri fullgóðari rættartrygd fyri børn og foreldur, sigur Bjørt Samuelsen.