Høgni Lützen hevði eini 10 fólk við sær, tá ið hann var á býráðsskrivstovuni á Vaglinum og handaði mótmælisundirskriftirnar. Annika Olsen hevur áður sagt, at hon vildi ikki taka ímóti undirskriftunum, men nú var hon blíð og tók ímóti.
##med2##
Høgni Lützen nevndi, millum annað:
– Tað er fínt við tjóðleikhúsi í Havn, men tað skal tó ikki vera á Skálatrøð. Vit eru 2.400 fólk, ið heita á teg, Annika Olsen, um at taka staðsetingina av Tjóðleikhúsi aftur, og at tit fara at umhugsa staðsetingina aðrastaðni í Havnini.
Hann helt á:
– Vit eru vónsvikin av, at tú hevur tvíhildið um at fylla opna plássið á Skálatrøð við einum kolossi av bygningi. Her vantar tykni yvirfyri stóra skaranum av fólki, ið ikki ynskir at hetta skal henda. Vit vilja heldur varðveita tað síðsta opna staðið í Havnini, segði Høgni Lützen.
##med3##
Í 2014 var einki mótmæli
Annika tók ímóti og greiddi frá gongdini í málinum. Hon vísti á, at avgerð longu varð tikin í 2014 um staðseting av tjóðleikhúsi. Tá samtykti Tórshavnar býráð, “at Tjóðpallur verður staðsettur á Skálatrøð við parkeringsmøguleikum”.
– Tá vóru eingi mótmæli móti hesum. Vit hava bara arbeitt víðari við tí, sum varð samtykt tá, segði Annika Olsen.
Hon vísti eisini á, at býráðið bara hevur við staðsetingina at gera. Hon nevndi, at málið um tjóðleikhús, sum er fyri í løgtinginum nú, er eitt av málinum, ið fellur burtur.
Høgni Lützen spurdi Anniku Olsen beinleiðis, hvat hon fór at gera við staðsetingina av tjóðleikhúsinum á Skálatrøð.
Hon lovaði, at málið mátti takast upp til nýggja viðgerð. Men um hon sjálv vildi arbeiða fyri at flyta staðfestingina frá Skálatrøð, svaraði hon ikki beinleiðis.
##med4##
Ætlan um parkeringstunnil
Viðvíkjandi parkeringstrupulleikanum í Havnini vísti Annika Olsen á ætlanirnar, sum kommunan arbeiðir við.
– Vit arbeiða við at kanna møguleikarnar við at fáa ein parkeringstunnil undir býin. Men fyrst mugu fleiri kanningar gerast, áðrenn vit vita, hvar hann skal vera, segði Annika Olsen.
##med5##
Høgni Lützen helt fínt um framtíðarætlanirnar, men hann vísti eisini á, at býráðið má gera nakað við tann álvarsliga parkeringstrupulleikin í miðbýnum í Havn í dag.
– Tað ber til at asfaltera Skálatrøð av nýggjum og strika básarnar øðrvísi, so høvdu umleið 60 parkeringspláss komið afturat. So hevði býráðið loyst ein part av tí álvarsliga parkeringstrupulleikanum fyri ein lítlan pening, segði Høgni Lützen, ið hevði skipað mótmælini.
##med6##