Annika setir spakan í til nýggjan depil

Í morgin klokkan 14 verður formliga farið undir byggingina av nýggjum depli í Runavík til børn við fjølbreki, og í hesum sambandi fer Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, at seta fyrsta spakan í.

Síðani á heysti 2005 hevur stovnurin Reiðrið virkað í Eysturoy, og endamálið við stovninum er at veita eitt dag- og umlættingartilboð til børn við fjølbreki.

Hølis- og atkomuviðurskiftini hjá stovninum eru ikki nøktandi sum er, og stovnurin húsast í einum vanligum sethúsum í Saltnesi, sum ikki eru bygd til endamálið.

Fyri at bøta um hesi viðurskifti, setti landsstýriskvinnan eina bygginevnd at koma við tilmæli um bygging av nýggjum stovni. Grundað á hetta tilmælið hevur hon gjørt av at leggja fyri løgtingið verklagslóg um bygging av stovni til børn við fjølbreki.

Talan er soleiðis um ein nýggjan stovn, sum skal hýsa einum dagtilboði til 12 børn í mun til 8 á Reiðrinum - og eina umlættingareind til 8 børn.

Í mun til teir karmar, sum verða veittir í dag, verður talan um ein stovn, sum lýkur allar hentleikar til júst henda málbólkin, og verður hann bygdur til endamálið.

- Við hesi loysn verður mett, at nýggju karmarnir koma at nøkta dag- og umlættingartilboðini til børn við fjølbreki nøkur ár fram í tíðina, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.

Tilsamans 26,5 miljónir krónur eru settar av til nýggja depilin.