Annita fer at loysa Magna av á Fólkatingi

Annita á Fríðriksmørk sigur, at um fólkatingssessurin stendur henni í boði, so skifta hon og Magni nokk um eitt tíðarskeið

Tað verður eftir øllum at døma Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, sum fer at loysa Magna Arge av í Fólkatinginum, um hann velur at taka farloyvi.

 

Annita á Fríðriksmørk sigur í samrøðu við in.fo í dag, at hon bjóðaði seg fram á valinum, og tí hevur hon eina skyldu at taka av, tá Magni Arge ynskir at koma heim í eitt tíðarskeið.

 

- Eg haldi tað er fínt, at vit bæði soleiðis røkja sessin og tað álit, sum fólkið gav okkum á fólkatingsvalinum seinast, sigur Annita á Fríðriksmørk.

 

Hon sigur víðari, at tað er umráðandi at virða hetta álitið á tann hátt, at fólk, ið eru frammaliga á listanum fara niður til Danmarkar, og at tað ikki endar sum seinasta, at mann endar langt niðri á listanum áðrenn nakar tekur av.

 

Seinasta ivamál stakk seg upp um hetta, sendi Annita á Fríðriksmørk annars eitt tíðindaskriv út, har hon segði, at hon ikki vildi taka av sessinum á Fólktingi, tí tað stóð so nógv fyri framman í føroyskum politikki, og hon var nývald sum forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi. Tí vildi hon brúka sína tíð her heima.

 

- Tað var eitt sindur øðrvísi tá. Eg var júst vald til forkvinnu í tingbólkinum, og samgongan var so mikið nýggj, at eg vildi ikki fara tá. Eg helt ikki, tíðin var røtt, sigur Annita á Fríðriksmørk.