So skuldi tað verið púra vist. Annita á Fríðriksmørk verður nýggj landsstýriskvinna við mentamálum fyri Tjóðveldisflokkin. Tað tók tingmanningin hjá Tjóðveldisflokkinum avgerð um á fundi týskvøldið.
Sambært upplýsingum hjá Sosialinum hevði Høgni Hoydal floksformaður, trý uppskot til nýggjan landsstýrismann at leggja fyri tingmanningina. Tey vóru Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen og Jógvan Durhuus. Hesi vóru vald út av einum lista við níggju uppskotum. Formaður mælti sjálvur tingbólkinum til at velja Annitu á Fríðriksmørk á fundinum.
Váttar einki
Tingmanningin tók avgerðina uttan atkvøðugreiðslu, men greiður meiriluti er fyri Annitu. Avgerðin verður neyvan kunngjørd fyrr enn í næstu viku skilst, men broytist avgerðin er talan um reint myttarí móti formanninum og floksleiðsluni.
Høgni Hoydal vildi kortini ikki vátta tíðindini, tá vit spurdu hann á døgurða mikudagin.
? Eg hevði ikki torað at skriva tað, hevði eg verið tú, tí avgerðin er ikki tikin enn. Eingin endalig avgerð er tikin, so eg kann hvørki vátta ella avsanna tað, tú sigur. Tingbólkurin skuldi fyrsta avklárað nøkur ting, og fyrr enn tað er gjørt, er eingin avgerð tikin, sigur Høgni Hoydal.
Triðja kvinnan
Høvuðspersónin sjálvan, Annitu á Fríðriksmørk, fingu vit ikki fatur á, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Annita á Fríðriksmørk er lærari og umboðar TJóðveldisflokkin í løgtinginum, har hon eitt nú er forkvinna í mentanarnevndini. Annita Fríðriksmørk er triðja kvinnan, sum kemur í landsstýrið fyri Tjóðveldisflokkin. Áður hava Jóngerð Purkhús og Annlis Bjarkhamar umboðað flokkin í landsstýrinum.
Afturat teimum hava bara tríggjar kvinnur sitið í landsstýrinum. Marita Petersen, sum eisini var løgmaður, hevur umboðað Javnaðarflokkin, Helena Dam á Neystabø sat fyri Sjálvstýrisflokkin og Karolina Petersen var landsstýriskvinna fyri Framsóknarflokkin.
Ringt tannabit
Tað var kortini ikki bara við góðum tannabiti, at tingmanningin í Suðurstreymoy tók undir við at seta Annitu á Fríðriksmørk í starv. Tað kemst av politiska spælinum, sum altíð er við slík høvi.
Valið av Annitu merkir nevniliga, at tann rebelski Finnur Helmsdal kemur aftur á ting. Eitt er, at hann kann gerast maðurin, sum forðar uppskotum at verða samtykt, tí meirilutin hjá samgonguni er so tepur. Eitt annað er, at dysturin um tingsessirnar í Suðurstreymoy er so harður, og tí viknar støðan hjá sitandi tingmonnum, um Finnur Helmsdal kemur á ting og fær spælt upp á sítt sosiala streingjaføri. Finnur Helmsdal er leiðari á Føroya Barnaheimi.
**********
BLÁBÓK
Annita á Fríðriksmørk
Foreldur: Simona og Henry Frederiksberg.
Maður: Páll Olsen sonur Brynhild og Eliesar Olsen
Útbúgving: Fólkaskúlalærari, útbúgvin 1992 á Føroya Læraraskúla.
Yrki: Lærari. August 1992 til juli 1994 í Stranda skúla. Januar 1995 til juli 1995 í Keypmannahavn. August 1995 til juli 1996 við Ósáskúlan í Klaksvík. Síðan august 1996 starvssett á Tekniska skúla í Havn.
Bygdarráðslimur í Sjóvar kommunu frá 1. januar 1997 til 1. mai 1998.
Løgtingsmaður síðan mai 1998. Formaður í mentanarnevndini og limur í eftirlit við varðhaldsfangum
Kelda: www.logting.fo