Landsantikvarur
Hevur Annlis Bjarkhamar borið seg heilt skeivt at, tá ið hon setti Steffen Stumman Hansen í starvið sum landsantikvarur, er hon til reiðar at taka avleiðingarnar av tí.
Tað boðaði hon frá á fundi í SuðurstreymoyarTjóðveldisfelag mánakvøldið.
Suðurstreymoyar Tjóveldisfelag kallaði saman til limafundar mánakvøldið.
Ongin skrá varð lýst, men Jóannes Dalsgarð, formaður í felagnum, sigur, at felagð hevur regluligar fundir um dagsins politisku mál og at hetta var ein av teimum.
Men uppundir fundin var ongin sum ivaðist í, at málið um landsantikvarin fór at taka drúgva tíð á fundinum.
Og tað vóru eisini tey, sum høvdu væntað ein rokfund.
Men tað var av ongum, tí Jóannes Dalsgarð sigur, at talan var um ein siðiligan og róligan fund.
Lítið nýtt fram
Málið um landsantikvarin varð eisini umrøtt, men har kom lítið nýtt fram.
?Landsstýrismaðurin er bundin av tagnarskyldu og tí er tað ógvuliga avmarkað, havt hon kann upplýsa um málið, sigur formaðurin.
Men hann sigur, at Annlis Bjarkhamar endurtók ynski um, at málið varð lagt fyri Løgtingsins Umboðsmann,so at tað kundi verða kannað til botns av einum óheftum stovni.
? Og hon segði eisini, at var niðurstøðan hjá umboðsmanninum, at hon hevði borið seg heilt skeivt at, var hon eisini til reiðar at taka avleiðingarnar.
Jóannes Dalsgarð sigur, at fundurin kom ikki til nakra niðurstøðu í málinum, men tað var heldur ikki ætlanin.
Hann skoytir upp í, at Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur ikki nakað at gera við málið sum so, men hetta er eitt mál í Suðurstreymoy og sum ávirkar vældømi og tí tók felagið tað upp.
Mugu virða avgerðina
Men formaðurin í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag leggur afturat fyri egnu rokning, at tað skerst ikki burtur, at í hesum føri er tað talan um ein landsstýrismann, sum hevur óskerdan rætt til at seta tann í starvið, sum hon heldur vera best skikkaðan.
?Hetta er ikki nøkur politisk ætlan um at at seta ein útlending framum ein føroying í eitt starv. Her er talan um, at landsstýrismaðurin metir, at tann eini umsøkjarin hevur havt fleiri pluss á sínari konto enn ein annar umsøkjari og hareftir er starvið sett.
? Tað hevur hon rætt til og tað eiga vit at virða. Men men fyri tað er ikki sagt, at hin umsøkjarin ikki eisini er skikkaður.
Hann sigur, at hann vildi fegin, at tað var ein føroyingur, sum varð settur í starvið.
Spurningurin er, hvat hevði hent, um tað kom fram, at umsøkjarin, sum var best skikkaður, ikki hevði fingið starvið, bara tí at hann var útlendingur.
? Skuldi tað avgjørt vera ein føroyingur, sum skuldi í starvið, var ongin orsøk til at lýsa starvið uttanlands.
Men Jóannes Dalsgarð leggur dent á, at hatta er hansara egnu sjónarmið og hetta er tískil ikki niðurstøðan hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.