Bygdaráðið í Eiðis kommunu verður óbroytt, tó at Rógvi Egilstoft ikki kemur aftur í borgarstjórasessin, haðani hann í eina tíð hevur verið í farloyvi.
Herfyri boðaði hann frá, at hann fór ikki at taka borgarstjórasessin aftur. Síðan hann fór í farloyvi, hevur Annsy Høghamar sitið við borðendan á Eiði.
Nú hevur bygdaráðsfundur verið á Eiði, og her varð einmælt samtykt, at verandi bygdaráð heldur fram við Annsy Høghamar sum borgarstjóra.
Rógvi Egilstoft hevur longt farloyvið til hin 1. desember í 2024, og tað merkir, at Annsy Høghamar heldur fram í sessinum valskeiðið út.
Bygdaráðið í Eiðis kommunu er annars soleiðis mannað: Annsy Høghamar er borgarstjóri, og Tonny S. Kruse er varaborgarstjóri.
Hinir bygdaráðslimirnir eru: Tummas Súni Joensen, Kristian Martin Juul, Tove Kruse Sørensen, Fríða Jóinsdóttir Joensen og Rógvi Egilstoft.