Ansa eftir hesari kokusoljuni

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hon er ikki mannaføði

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av kokusolju, sum er at fáa í Føroyum. Talan er um vistfrøðiliga kokusolju, ella sum tað stendur á krukkunum, er talan um »Green Choice Økologisk kokosolie« har nettovekti er 200 gramm.

 

Heilt ítøkiliga er talan um hesar sendingarnar av kokusoljuni:

 

Lotnummar: L20224

 

Best fyri: 31-08-2024, 30-09-2024, 31-10-2024, 30-11-2024 og 31-12-2024

 

 

 

Lotnummar: L20253

 

Best fyri: 31-01-2024, 31-03-2024, 31-10-2024 og 31-12-2024

 

 

 

Lotnummar: L20150

 

Best fyri: 31-07-2024

 

 

 

Lotnummar: L20192 

 

Best fyri: 31-08-2024

 

 

 

Lotnummar: L20139

 

Best fyri: 31-08-2024

 

 

 

Lotnummar: 

 

Best fyri: 31-08-2024 

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hendan kokusoljan hevur verið at fáa í handlum í Føroyum og orsøkin til ávaringina er, at kokusoljan í onkrum av hesum krukkunum hevur verið hýggjuskotin. Sostatt er hon heldur ikki brúkilig til mannaføði.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir tískil fólki, sum liggja inni við kokusolju frá hesum sendingunum, til at lata krukkurnar aftur í handilin, haðani hon er keypt, ella eigur hon at verða koyrd í skrell.