Antin hægri blokk ella hægri skatt

Fáa vit ikki hægri blokk, má skatturin hækka.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at útlitini hjá føroyska samfelagnum eru bæði greið og einføld.

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna vildi hava at vita, hvørjar inntøkumøguleikar, løgmaður sær fyri sær hesi næstu árini

Løgmaður staðfestir, at tað ber ikki til bara at spara seg burtur úr hallinum á fíggjarlógini.

Tí skulu vit hava fleiri inntøkur til landskassan.

Og har slepst heldur ikki uttan um blokkin, hóast tað verða inntøkurnar frá fiskivinnuni, sum verður tann berandi.

Hann veit, at tað eru ávísir flokkar, sum ikki vilja vita av hægri blokki.

Men støðan er rættiliga einføld: Hækkar blokkurin ikki, má skatturin upp fyri at fáa samanhang í samfelagsbúskapin.

Hann nevnir, at spyrst onki burtur úr samráðingum við danir um at hækka blokkin, við tú úrsliti, at prístalsviðgerðin, verður einasta hækkingin, fer tað at geva landskassanum einar 50 milliónir í meirinntøku um fýra ár.

Og mangla teir pengarnir, mugu teir útvegast aðrastaðni frá og tað verður frá hægri skattum, sigur løgmaður.