Anton Petersen: Sjómansheimið í Føroyingahavnini var hent

Anton og pápi hansara Jens Kristian fara at rógva út í Grønlandi í 1949. Viðurskiftini vóru ikki altíð so væl skipað. Hetta kom aftur um brekku, tá ið teir eina ferð eru heimleysir í oyðimørk

2. partur

 

 

Ferð til Grønlands við forðingum

Í 1951 er pápi mín sjúkur, og eg fari við Marité, sum liggur og manglar fólk. Eg havi bátin Boga við. Hetta summarið var ikki farið í Ravnsoynna at rógva út frá landi. Tað var Arbejdernes Travlerdrift (A.T.) á Tvøroyri, sum átti Marité. Hon var bygd í Frankaríki og var trýmastrað skonnart. Hon var eitt vakurt skip og eitt framúr gott sjóskip. Marité bleiv fyri nøkrum árum síðan seld til Svøríki og sett í upprunastand og er í dag eitt av teim vakrastu skipum, sum eru til.

Vit fóru seint avstað. Tað bleiv so trupult at fáa fólk. Vit mynstr­aðu á Tvøroyri 29 juni. So var farið norður til Havnar at taka útgerð og at fáa nakrar manns afturat. Har fingu vit so tríggjar menn, tveir úr Kollafirði og ein úr Húsavík.

Síðani var farið til Grønlands, men á veg yvir varð lagt inn í Íslandi, tí enn tørvaði fólk. Ferð­in yvir tók fýra samdøgur. Skipið hevði lítla maskinorku. Tað sigldi ikki meira enn einar fimm míl í góðum líkindum. Men var vind­urin til vildar, og vit fingu seglini fyri, kundi hon hava reiðuliga góða ferð.

Í Íslandi var so eisini roynt eftir fólki, og har fingu vit níggju manns.Tað var óvant fólk, fleiri av teimum høvdu ikki verið á sjónum fyrr. Farið varð av Reykjavík, men tá ið vit høvdu siglt um leið eitt sam­døgur, smeltaði annað krumtaps­leið­ið. Tað eydnaðist maskinmonn­unum at skekla tað stemplið frá, hvørs leiði var smeltað, so vit fingu brúkt motorin. So varð siglt við seglum og hálvari motorkraft aftur til Reykjavíkar.

Har lógu vit í eina heila viku, áðrenn vit sluppu avstað aftur. Tað var langligt at liggja har so leingi, men hjá okkum, sum ungir vóru, gekk tíðin á ymiskan hátt. Vit vóru nógv í landi, so vit komu at kenna ein part av býnum.

So var farið avstað aftur. Veðrið var hampuliga gott. Vit vóru so í Ravnsoynni um Ólavsøkuna.

Vit róðu út frá Ravnsoynni eina tíð, og tað var brúkiligt fiskarí. Har mistu vit eisini tveir bátar av teimum fimm, sum hoyrdu til skipið. Tað kom ein stormur av útsynningi. Bátarnir hingu aftur úr skipinum. Endin slitnaði, og bátarnir róku inn á land og brotnaðu illa. Annar báturin bleiv afturgjørdur. Bátarnir vóru smáir, fimmmannafør ella so.

 

Túrurin, har alt mundi enda galið

Eitt skifti vóru vit norðuri í Helle­fiskaoyggjunum. Skipið lá uppankrað, og so royndu bátarnir har um leiðir. Fyrsti bestimaður, sum var for­maður á bátinum hjá okkum Boga, finnur so uppá, at vit skuldu fara norður í Grátu­fjørðin at royna. Lítið var at fáa, har sum vit lógu. Men henda morgunin stóð hann og hótti við illveðri av lágætt. Vindurin vaks alla tíðina, meðan vit sigldu norðureftir.

Tað var út í móti tveimum tímum at sigla, so tá ið vit komu í Grátufjørðin, var stormur. Vit vóru so á landi har og tosaðu við nakrar grønlendingar úr bygdini, helst at frætta um fisk. So var farið av stað aftur.

Tað bleiv kastað eina ferð niður, men tað var ikki hugsingur um at royna. Loddið kom ikki í botn fyri stormi.

So var farið at royna at sigla suður aftur, men tað var ikki sum at siga tað. Nú var vindurin sjálvandi beint ímóti, so tað gekk ikki tvey fyri eitt. Báturin var eisini tómur, so hann bresti so illa, at tað var næstan ikki siglandi. Vit vóru inni á siglingini, tað vil siga innan fyri skerini. Men har er langt strekki, har tað nærmast er opið hav. So har var eingin lívd at fáa. Mitt í tí heila brendi tangin tómur. Báturin fall so tvørur beinanvegin. So varð farið at royna at fáa bensin á tangan, men tað var ikki sum at siga tað. Báturin rullaði so illa, at hann hevði hug at fara runt. Tað gjørdi tað ikki lættari, at áfyllingin til tangan sat omaná motorhúsinum. Vit fingu tó so mikið upp í tangan, at vit fingu í gongd aftur. So var lagt uppí, meðan vit fyltu tangan.

Nú var farið at sigla aftur, men tað var ein øgilig brestan, til vit at endan komu upp undir eitt høgt land, eitt nokkso fitt fjall. Uppi undir har var avlandsvindur. Har var ein lítil vík, sum vit løgdu inn í fyri náttina. Tá var farið at skýma, og hópin langt var eftir til skipið. Tað var hampuligt at liggja har, og vit fingu eisini allir skjól í maskinhúsinum. Har var ein øgligur vindur alla náttina, men um morgunin minkaði hann vindin, og tað bleiv betri veður. Vit vóru komnir um helvtina av leiðini til skipið. Men vit fóru so avstað, og tað gekk alt í øllum góðum. Men umborð vóru teir bangnir um okkum.

Mikal, mammubeiggi mín, var eisini við Marité. Hann mundi hava haft eina ringa nátt.

 

Komu í feigdaródnarveður

Tað var komið út í oktober mán­aði, táið vit fóru at sigla heim úr Ravns Stóroy. Tvørtur av Íslandi komu vit í eitt satt ódnarveður. Tað var í hesum sama veðri, at 30 tonsarin snurrivodsbáturin Alvi av Sandi fórst, og 5 mans druknaðu.

Tað var eitt øgiligt veður. Tað bleiv lensað, siglt undan, at byrja við, men tað kom at vera ov langt frá tí røttu kósini. So bleiv lagt til, og vit lógu í eini tvey samdøgur, áðrenn vit fóru at sigla aftur. Marité var eitt hendinga gott sjóskip. Tað var stuttligt at síggja, hvussu væl hon fór við sær. Men vit komu so heim aftur á Tvøroyri í øllum góðum bæði skip og fólk.

 

Goymdu sild í kavafonn

Í 1952 eru vit aftur í Ravnsoynni. Hetta summarið komu vit yvir í trimum holdum við Skarvanes, Marité og Tinganes. Vit vóru hesir menn: Jens Kristian Petersen, Anton Petersen, Oliver Petersen, Magnus Petersen, Tummas Nicla­sen, Vermund Niclasen, Tórolv Hammerfoss, Steintór Djurhus, allir úr Froðba, Oluf Niclasen, Hvalba, Mikal Tausen, Sandur, og Jóan Hendrik Madsen, Kvívík.

Hetta summarið brúktu vit eins og í 1950 línu ta fyrstu tíðina. Teir, sum komu yvir við Skarvanes, høvdu sild yvir við, og hon bleiv brúkt sum agn til línuna. Vit goymdu sildina í einari stórari kavafonn, sum var nakað niðan frá skúrinum. Sildin mundi halda sær í einar tríggjar vikur.

Tríggir memm komu yvir við skonnartini Tinganes: Tummas, Tórolvur og Vermund. Vit fingu eisini tað mesta av útgerðini yvir við Tinganes sum salt, bensin og annað.

Skipið var yvirlastað, bæði við fólki og útgerð. Tað vóru nógvir mans við. Tað vóru koyggir gjørdar í lastini. Nakað av fólkin­um hevur so verið í lugarinum, tí skipið hevði verið til fiskiskap fyrr við nógvum monnum.

Á veg yvir fekk skipið sjask­veður, so koyggjurnar, sum vóru gjørdar í lastini, skramblaðu niður. So har hevur helst verið eitt vánaligt skil. Tá hugsaði man ikki so nógv um tílíkt, tað var bara so. Men hevði tað verið nú, hevði nokk bæði skipasýnið og aðrir myndugleikar komið upp í.

Eg sjálvur og Mikal mammu­beiggi komu við Marité, sum vit høvdu verið við árið fyri. Hinir komu yvir við Skarvanesi. Ein sandvíkingur, Jørgen, førdi hana.

Tað tók langa tíð at ferðast við tílíkum skipum. Tey vóru smá og høvdu lítla maskinorku. Men fingu tey góðan vind og fingu brúkt seglini, gekk hampuliga skjótt.

 

Ísurin kom sum eitt skot

Tað sýntist, at tað bar betur til við línuni enn við snørinum at byrja við. Tað var væl av fiski at fáa fyrstu tíðina. Men hetta árið bleiv eitt so herviligt ísár. Vit høvdu nokk ikki róð út meira enn einar 14 dagar til tríggjar vikur, tá ið ísurin eftir einum degi kom norður við landinum og fylti hvørja vík.

Vit vóru til útróðrar hendan dagin sunnan fyri Ravnsoynna. Ísurin gekk so hart norðureftir, at tað stóð á at draga línuna undan. Sjálvt í teirri lítlu og trongu víkini, sum vit vóru í, troðkaði ísurin inn, og vit máttu draga bátarnar upp fyri ikki at missa teir.

Ein danskur dampari, sum var komin inn, Hugo Nielsen, slapp ikki út aftur, fyrr enn ísurin var farin. Ísurin lá minst í einar tríggjar vikur. Hann lá beint norðan fyri kontrolørvíkina. Har var skrá hella alla staðir. Um tað hevði blivið illveður, var ísurin trokaður langt uppá land. Men tað var fínasta veður alla tíðina.

Í víkini hjá okkum vóru fýra bátar. Vit høvdu tveir bátar. Eitt áttamannafar var úr Kvívík. Formaðurin kallaðist Jóanes. So var eisini ein toftabátur. Marius Højgård, og synirnir hjá honum mannaðu hann. Ein sumbingur, Olivar við Kvíggjar, var kokkur.

Meðan ísurin lá, máttu vit draga bátarnar upp á land fyri ikki at missa teir.

Meðan ísurin lá, royndu vit at bøta um strondina. Har var nakað útgrunt, har saltingarskúrurin stóð. Av tí sama kom báturin at standa nakað uttalaga, tá ið bátarnir komu at og høvdu fiskað nakað. Vit fóru so í holt við at gera eina brúgv. Har var nakað av gróti. Ein tjørn var har tætt við, sum vit fingu vatn úr at vaska fiskin í. Í hesi tjørn var eisini nokk so væl av gróti, sum vit fingu til brúnna. Og eisini økti tað um vatnmongdina, at grótið kom burtur úr. Men hetta var einki lætt arbeiði. Vit máttu bera og rulla grótið hópin langan veg.

Soleiðis gekk tíðin við ymiskum tiltøkum, so man keddi seg ikki. Vit ungu gingu eisini túrar har á oynni, og eisini høvdu vit ein gamlan árabát, sum vit lógu og róðu í inn ímillum ísstykkini við. Eg skilji nú, at tað ikki var heilt vandaleyst, men tað hugsaðu vit ikki um tá.

Men umsíðir fór ísurin burtur, og tað gekk skjótt fyri seg. Tað vísti seg, at tá ið ísurin fyrst byrjaði at fara, fór hann mest sum í einum.

Men tað mundi ganga ein vika, áðrenn fiskur fekst aftur. Men so fór at bragda, og tá bleiv tað bara góður fiskiskapur.

Men nú høvdu vit mist so nógva tíð, at fiskiskapurin bleiv ikki tað stóra, 610 – 615 skippund.

 

Skutu ísbjørn

Aksel Thorsteinson úr Vági var við einum ella tveimum bátum í Ravnsoynni hetta árið. Johan Petersen úr Nordepli var við einum báti, Føringurin, sum var av Sandi. Við honum var ímillum aðrar Klæmint hjá Sámali.

Tá ið ísurin var farin, og útróður var byrjaður aftur, var Johan til útróðrar sunnan fyri Ravnsoynna ein dagin.

Tá bera teir eyga við eina ísbjørn uppi á einari oyggj. Hon var komin rekandi við stórísinum eystani frá. Tað var so farið uppá oynna, byrsa var í bátinum. Klæmint var maðurin, sum skuldi binda ann við bjørnina. Helst hevur hann verið tann kringasti við byrsuni. At byrja við rann bjørnin undan. Men tá ið hon sá, at tað ikki batti, kom øði í hana, og hon vendi við aftur. Men tá stóð á gomlum nøglum. Endin var so, at bjørnin mátti lúta.

Ein annar bátur var Vesturfarið av Sandi. Við honum var Evald Hentze sum formaður, ein íslend­ingur Gvødjón, Evald á Breiðateigi og Oskar á Oggarð.

 

Kosturin køkur og spik

Í 1953 flyta vit útróðurin úr Ravns Stóroy í Føroyingahavnini. Pápi var saman við øðrum farin undan okkum til Grønlands, og vit sum komu seinni, roknaðu við, at hitta teir í Føroyingahavnina.

Vit komu so yvir í Føroyinga­havn­ina, men har vóru eingir menn. So var farið suður í Grátu­fjørð­in. Roknað varð við, at teir vóru har, men har var heldur eingin. So var man noyddur at fara víðari, og ætlan­in var ar fara heilt suður í Ravns­oynna. Til­sam­ans er hetta einir 12 tímar at sigla við báti frá Føroyinga­havnina.

Men komnir nakað suður ímóti Fiskanesi gekk motorurin fyri. So var einki annað at gera enn at royna at sigla við seglum. Ov langt var at fara í Ravnsoynna undir slíkum umstøðum, so vit royndu at koma í Fiskanes. Veðrið var gott, eitt lítið lot til vildar. Eisini var roynt at hjálpa til við árum. Vit komu so í Fiskanes í øllum góðum. Har vóru vit sera væl móttíknir.

Men svangligt var annars. Vit høvdu onga útgerð við okkum, tað var alt farið yvir við hinum monnunum. Tað einasta etandi var í onkrum kakukassa, sum vit høvdu við, og so nakað av turrum spiki. Synd er at siga, at spik og hesar søtu kleynirnar riggaðu væl saman.

Tá ið vit høvdu bíðað í einar tveir dagar í Fiskanesi eftir, at hinir menninir skuldu koma norður aftur, og eingin kom, sendu vit eitt fjarrit suður í Ravnoynna at siga frá støðuni hjá okkum. Og nú var ikki leingi til teir komu. Teir høvdu fingist við at rigga av har suðuri ymiskt, sum vit skuldi brúka. Øll útgerðin, sum kom heimani frá, var eisini komin í land har í Ravnsoynni.

 

Loyvið sum ikki kom fram

Ætlanin var annars at fara í Grátu­fjørðin at rógva út. Pápi mín hevði um veturin søkt Grønlands­málaráðið um at fáa loyvi at seta ein skúr upp í Grátufjørðinum. Hann hevur nokk sæð ljóst upp á tað at fáa loyvi. Vit fóru nú at føra ymiskt tilfar úr Ravnsoynni norður í Grátufjørðin. Hann væntaði nokk, at loyvið skuldi liggja fyri okk­um, tá ið vit komu yvir, men so var ikki.

Vit bíðaðu í fleiri dagar í Grátu­fjørðinum, og loyvið kom ikki. Nú mátti nakað gerast. Vit fóru so upp í Føroyinga­havnina. Vit vistu, at har vóru nógvir skúrar frá 1939. Men hvør ið átti, og um teir vóru í brúk, tað vistu vit einki um. Vit komu so norður í Føroyingahavnina, men øll útgerð og tilfar lá eftir í Grátu­fjørðinum. Vit komu inn í eina vík har, ið fleiri skúrar vóru. At tað var Dagmarsvík, sum var í Føroyingahavnini, vistu vit ikki fyrr enn seinni. Vit fóru so í ein skúr har og hava hildið, at skúrarnir ikki hava verið í brúk.

Vit róðu so út í einar tvær vikur og hildu alt standa væl til. Vit fingu eisini væl av fiski. Men eitt kvøldi vit komu aftur av útróðri, standa koyggiklæði uppstungin í túninum. Ein maður kemur oman og sigur, at teir eru komnir inn í dag við Grønlandsfarinum, sum var ein stór skonnart, og at teir skuldu brúka skúrin, sum var teirra. Hetta vóru tvey bátaløg, sum vóru yvir komin.

Tá var lagið ringt. Hetta var seint á kvøldi. Vit vóru júst komnir av útróðri við fullum báti av fiski eftir langan og strævnan dag.

 

Neyðhavn á sjómansheiminum

Men okkurt var at gera. Tað bleiv farið inn á sjómansheimið í gomlu Føroyinga­havnini. Pápi mín er nokk farin niðan á sjómansheimið og hevur greitt frá tí vánaligu støðu, sum vit eru komnir í. Eg minnist at Agda, kona missioner Beck, kom oman til okkara, sum lógu á bátinum, og bjóðaði okkum niðan. Har fingu vit so mat og drekka og ávíst eitt kamar til at sova í um nátt­ina. Hon var sera blíð, og tann blíðskapur kom sera væl við tá, og tøkk fái hon fyri tað.

Men allar súður vóru ikki syftar enn. Vit høvdu nógvan fisk í bátinum, og hesin fiskur mátti fáast til høldar. So var farið aftur í bátarnar og inn í Lektara­víkina. Soleiðis varð hon kallað, av tí at ein gamal lektari lá har. Uttast í munnanum stóð ein saltinga­skúr­ur. Har blakaðu vit fiskin upp, og síðani var farið at gera reint. Tá ið liðugt var at flekja, var farið aftur á Sjómansheimið, har vit fingu okkum at eta og ein lítlan blund.

So var farið aftur í Dagmarsvík. Har stóð ein skúrur, sum eg haldi var bygdur í 1939. Hann var bygdur sum flestir skúrar tá. Saltingar­rúm í niðara enda og manningar­rúm í ovara enda, men skila­rúmið var tikið niður, og eisini koyggj­ur­nar fyri at fáa bátin inn, sum vanligt var tá..

Pápi mín orðnaði so fyri, at Mikal skuldi vera eftir og smíða skilarúmið upp aftur og seta niðurtiknu koyggjurnar upp.

Var tað rætt atborið, var man ongan veg farin, fyrr enn man hevði fingið øll viðurskifti í lagi, men so var ikki.

Nú var so farið til útróðrar, og tá ið vit komu aftur um kvøldið, var so frægt liðugt, at man kundi reiða upp í koyggjunum. Ein gamal kolovnur var har framman­undan, so tá ið fýrur var komin uppá, føldu vit okkum bara heilt væl. Men tað var ógvuliga smá­ligt. Øll útgerðin sum kol, provi­antur, sjálvt komfýrurin lá eftir suðuri í Grátufjørðinum.

Vit vóru komnir norður í Føroy­ingahavnina, mest sum fyri at kanna viðurskiftini har. Tað bleiv so róð út í nakrar dagar. Ein dag­in, tá ið vit mettu, at líkindini vóru til tess, var farið aftur í Grátu­fjørðin eftir útgerðini.

Tað gingu tveir dagar til hendan túrin. Vit fóru suður ein dag og fyltu bátin og so norður dagin eftir. Á leiðini norður aftur bleiv snøri kastað niður av og til. Tann stóra royndin bleiv tað ikki, bátur­in var jú fullur av útgerð.

Meðan vit sigldu norður eftir, byrjaði hann at gera seg til við illveðrið av lágætt.

Tá ið tað var ligið nakað út á dagin, fór hann at vaksa vindin, og tá ið vit komu norður ímóti Føroyingahavnini, var ódnarveður. Nú var eisini blivið myrkt, so tað sá meira ótespuligt út. Men vit komu so í øllum góðum inn aftur í víkina. Men eg haldi, at vit vóru allir glaðir at hoyra illveðrið uttan­fyri, og vita, at vit sluppu undan at fara í bátin morgunin eftir.

Fiskiskapurin hetta árið var góður. Tað var væl av fiski at fáa, men sum nevnt vóru trupul­leik­arnir nógvir. Fyrst flytingin úr Ravnsoynni, so aftur at flyta úr tí skúrinum, sum vit fyrst komu til. Síðani ein vánalig strond, útgrunt sum tað var. Tað var ein tríkantur av eini brúgv framman fyri skúrin, men tað var so útgrunt, at báturin á fjøru stóð langt úti.

Vit máttu so kasta fiskin fleiri ferðir, til hann at enda var komin uppá pláss. Men á háflóð kundi man kasta fiskin beint inn á brúnna. Tá fleyt báturin javnt við hana. Tá ið man so skuldi avskipað fiskin umborð í damparan, fór mest sum tað sama fram, bara í øvugtari raðfylgu. Men hóast tað, so dámdi mær hetta lívið. Tað var ikki bara sleip, sum tað kann ljóða. Tað vóru nógvar góðar og skemtiligar løtur eisini.

 

Royndu fyri Grønlandsfelagið

Í Føroyingahavnini róðu vit út fyri Grønlandsfelagið, sum var føroyski parturin av Norda­far, sum var felagið, ið kom at taka sær av rakstrinum í Føroyingahavnini. Hinir partarnir vóru danir og norðmenn, og navnið Nordafar er júst sett saman við forbókstøvunum í hesum londum. Seinni fóru fyrst danir og síðan norðmenn burturúr felagnum, so føroyingar komu at standa einsamallir eftir, men tað er ein onnur og longri søga. Teir, sum áttu Grønlandsfelagið, vóru fyrst og fremst løgtingið og sjóvinnufeløgini.

Tað bleiv lagt um til ferskfisk eitt skifti. Landað varð umborð á eitt frystiskip, sum kallaðist Caribia, sum frysti fiskin umborð. Nú bleiv knossið minni, og man slapp frá at standa ein stóran part av náttini og gera reint. Men hetta vardi stutt, og farið var aftur til knossið at virka fiskin sjálvir. Fyri ikki at tala um tað ótrúliga knossið, tað var at avskipa fiskin um heystarnar. At taka fiskin út úr skúrinum, umborð á bátin og so at sigla inn til damparan. Nøkur ár seinni komu vit aftur at avreiða fiskin feskan og sluppu tá undan hesum knossinum.

Hetta heystið tá ið útróðurin var av, fóru vit at smíða nýggjan skúr. Hann var settur upp á norður­síðuni á Dagmarsvík. Vit høvdu fingist við tað illveðursdagar í gjøgnum summarið. Skúrurin bleiv innilokaður um heystið. Tað var verri pláss har. Tá lágætt var, lá vindurin beint inn á, men inni í sjálvari víkini var einki annað pláss enn fyri teimum skúrum, sum vóru.

Tá ið vit róðu út í Føroyinga­havnini, og saltfiskurin skuldi avskipast, lá damparin sum oftast inni á fjørðinum til Nordafar. So at hiva fiskin úr bátinum umborð á damparan. Til tað brúktu vit sokallaðar segldúkskoyggir.

Sjálvur mátti man platta fiskin út í lastini. Tað vil siga, at man skuldi leggja hvønn einkultan fisk slættan út í lastini. Hetta gekk alt fyri seg síðst í oktober mánað. Tá var ofta kalt og ótespuligt veður við vindi og vátaslettingi.

Hetta summarið komu vit sum nevnt yvir í tveimum holdum. Tríggir komu við Skarvanes, pápi mín, Fredrik Hansen (Dengse), og Mikal Tausen.

Heim aftur fóru Dengse og Tór­olv heim við einum norskum báti.

Hann hevði so fingið hesum báðum pláss við. Hinir fimm, eg sjálvur, Høgni, Oliver og pápi mín komu heim við trolaranum Rádna úr Vági, sum Dánial Jákup á Breyt í Hvalba førdi. Vit komu so á Vág. Tá var vegurin upp á Tvøroyri ikki gjørdur. So vit fingu ein 30 tonsara, Fagriklettur, at føra okkum upp á Tvøroyri.

Hesir menn vóru við hetta summarið:

Jens Kristian Petersen, Anthon Petersen, Magnus Petersen, Olivur Petersen, Fredrik (Dengse) Hansen, Tórolv Niclasen, Høgni Niclasen, allir Froðba og Mikael Tausen, Sand.

 

Aftur í Føroyinga­havnini í 1954

Hetta árið eru vit eisini í Føroy­inga­havnini. Vit komu eisini yvir við Skarva­nes hetta árið, men mótsatt árinum fyri, blivu vit verð­andi umborð í línutíðini. Hetta summarið var Evald Hentze av Sandi eisini skipari.

Vit komu tíðliga, fyrst í mai hevur tað so verið. Fyrst í juni byrj­aði snøristíðin. At vit vóru við, var nokk ein avtala við reiðaríið fyri at sleppa yvir við skipinum. Teir hava nokk verið ov fáir til línufiski­skapin. Vit vóru so við alla línutíðina, fiskiskapurin var bara góður.

Tá ið vit so fóru í land, var tað fyrsta, vit gjørdu, at fara at inn­rætta skúrin. Vit høvdu innilokað hann heystið fyri. Meðan vit gjørdi hetta arbeiðið, búðu vit í sama skúri, sum vit búðu í summarið fyri.

Saltingarskúrin bygdu vit hetta sama várið, so tað var eitt ógvuliga stórt arbeiði, vit gjørdu, áðrenn vit kundu byrja útróður. Hjá teimum sum róðu út fyri Nordafar var klárt hjá teimum at reiða upp í koyggjunum, tá ið teir komu yvir. Tað var munur á.

Hetta summarið bleiv eisini nógv­ur ísur, og tað gingu nógvir dag­ar, áðrenn vit sluppu til útróðrar.

Fyrsta dagin vit byrjaðu, fóru vit suður á Sandgrynnuna, eitt mið sunnan fyri Føroyingahavnina. Vit máttu sigla millum ísin og land, og so út á fiskileið. Vit fingu nakað av fiski henda dagin. Ísurin lá eina viku í hvussu so er,

Og tá ið hann fór, var bara væl av fiski at fáa. Hetta árið eins og undanfarin ár, vóru vit við tveimum bátum, Nýpuni og Boga. Hans Mikkelsen var har eisini við báti sínum Múlafossi. Har vóru fleiri bátar hetta summarið. Lars Davidsen var har eisini. Tey fyrru árini høvdu tey eitt seksmannafar, ein hvítur grønborðaður bátur. Seinni keypti hann ein stóran seksæring frá Johan í Hoyvík. Tað var ein bátur, sum Kjartan Mohr hevði bygt. Hesin bátur fekk navnið Ina D. eftir konu Lars. Tá ið Lars ikki orkaði at hava hann longur, seldi hann bátin til Fredrik Hansen í Froðba (Dengsa), sum róði út við okkum í 1953.

Har vóru fleiri sørvingar eisini, Hans Niklái og Sigurd. Hann var maðurin, sum tók í móti okkum á sinni og segði, at teir skuldi brúka skúrin. Teir vóru vist við sama báti. Poul Hans var við einum deksbáti, sum æt Bosurin. Hann bleiv drigin upp á land um heystarnar inni í víkini. Um várarnar bleiv hann so taljaður aftur á sjógv. Tað kundi ofta vera torført, tá ið nógvur ísur var, tá mátti hann taljast út eftir ísinum. Soleiðis vóru deksbátar torførir at fáast við. Seinni bygdi hann sær ein seksæring, sum fekk navnið Cemary eftir konu hansara.

 

 

 

Komandi partur

Komandi partur av Miðvikuni verður um ein 100 ára føðingar­dag. Anton kemur aftur um 14 dagar, har hann fer millum annað at greiða frá, tá ið útróðrar­menninir í bestu meining fingu sápu til døgurða!