ÚTVIÐ 20 føroyskar fyritøkur hava tikið seg saman at stovna felagið, sum higartil hevur 25 mill. kr. í partapeningi, men nú fer at standa øllum føroyingum í boði at seta pening í.
MIKUDAGIN staðfesti so ein av stigtakarunum, Poul Mohr, skipasmiðjustjóri, at felagið hevur ikki bundið seg til eitt ávíst oljufelag, Saga, sum sjónvarpið visti at siga frá í seinastu viku.
HETTA er eisini at fegnast um, tí at binda seg til eitt ávíst felag, ella til eitt samtak við fleiri oljufeløgum, kann koma okkum aftur um brekku, sum vit hava víst á áður á hesum stað.
TAÐ er rætt at vit taka okkum saman longu nú, seta okkum inn í viðurskiftini, kunna okkum og fáa ta neyðugu vitanina, so vit ikki eru við undirlutan, í samstarvi við aðrar, ella um vit arbeiða sjálvstøðugt.
SOMULEIÐIS tykist tað vera rætt, at hetta nýstovnaða oljufelagið, Atlantic Petroleum, ikki virkar á tænastuøkinum, men bara í sambandi við at leita og møguliga bora eftir olju.
TÆNASTUVIRKSEMI kunnu annaðhvørt føroyskar fyritøkur gera hvør sær ella taka seg saman í samtøk, føroysk samtøk ella í samvinnu við útlendskar tænastufyritøkur.
NÝSTOVNAÐA oljufelagið er vónandi aftur eitt dømi um, at vit eru um at rakna við aftur, eftir bakkastið vit fingu, og at vilji og orka er í føroysku vinnuni, eisini at royna nýggjar leiðir.
ENN er fullkomiliga ógreitt, um olja er í undirgrundini, og um so er, um tað fer at loysa seg at fáa hana upp. Men er olja, og vit fáa eina oljuvinnu, so liggur størsta avbjóðingin fyri framman.
OG tað er ikki bara ein dansur á rósum. Eftir stuttari tíð verður føroyska samfelagið, sum vit kenna tað í dag, broytt fullkomiliga ? vinnuliga, sosialt, búsetingarliga og mentunarliga.
HETTA mugu vit eisini hugsa um og fyrireika okkum til, eins og allar avleiðingar ? positivar og negativar ? mugu greinast út.