Tann gamli palestinski leiðarin Yasser Arafat doyði, eftir at hann var vorðin eitraður við evninum plutonium. Tað sigur arabiska sjónvarpið al-Jaseera.
Francois Bochud, sum er leiðari á strálustovninum á lærda háskúlanum í Lausanne í Sveis, sigur við sjónvarpsstøðina, at úrslitið er grundað á kanningar av leivdum av Arafat, sum kona hansara, Suha, fekk frá tí franska hernaðarsjúkrahúsinum, sum Arafat var á, tá hann doyði í 2004.
-Niðurstøðan er, at vit funnu plutonium í royndunum, sigur Bochud við al-Jazeera.
Yasser Arafat doyði tann 11. november í 2004 eftir viðgerð í fleiri vikur. Hann gjørdist sjúkur á Vestara Áarbakka, og teir palestinsku myndugleikarnir fluttu hann á eitt sjúkrahús í Fraklandi til viðgerðar.