Nú nærkast endanum av viðgerðini av fullveldismálinum í uttanlandsnevndini. Klokkan níggju fríggjamorgunin fara samgonguflokkarnir í uttanlandsnevndini at leggja fram eina kladdu til eitt álit til landsstýrið um, hvussu tað skal bera seg at í ríkisrættarligu samráðingunum við danir.
Somuleiðis fara andstøðuflokkarnir at leggja fram fram kladdur til síni álit fríggjamorgunin. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fara restina av vikuni at arbeiða við einum felags áliti, og Miðflokkurin hevur longu orðað sær nøkur lyklaorð.
Møguleiki fyri meiriluta í andstøðuni
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin síggja báðir møguleika fyri, at Miðflokkurin verður við í teirra áliti, soleiðis, at andstøðan í veruleikanum fer at leggja eitt meirilutaálit fyri landsstýrið.
Bæði Heðin Mortensen og Jóannes Eidesgaard siga seg síggja stóran møguleika fyri, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fara at semjast um eitt felags álit áðrenn fríggjadagin. Teir vóna eisini at fáa Miðflokkin við, men kortini eru teir ikki so heilt vísir í, at hetta fer at bera til.
? Miðflokkurin hevur síðani fullveldismálið tók seg upp allatíðina havt ein heilt serligan leiklut í tí. Hesin leiklutur hevur verið, at landsstýrið allatíðina hevur roknað við Miðflokkinum. Tí er ilt at siga, hvat fer at henda áðrenn fríggjadagin, sigur Jóannes Eidesgaard.
Heðin Mortensen er púra vísur í, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu semjast um eitt álit, og hann heldur tað ikki vera annað enn heilt náttúrligt, at Miðflokkurin eisini verður við.
Bíðar eftir samráðingarúrslitinum
Jenis av Rana sigur seg ikki duga at síggja nakran mun á tí, sum samgongan ætlar sær og tað, sum Javnaðarflokkurin gjørdi greitt á eykalandsfundinum seinasta leygardag.
Tí heldur Jenis av Rana tað ikki vera nakað minni enn eitt kvett, um tað eydnast Javnaðarflokkinum at fáa Sambandsflokkinum at skriva álit saman við sær.
? Fær Javnaðarflokkurin førkað Sambandsflokkin so mikið, at teir báðir flokkarnir skriva álit saman, so er meirilutin í uttanlandsnevndini vorðin so stórur, sum hann yvirhøvur kann vera. Tá eru allir flokkarnir samdir um, at landsstýrið skal fara til Danmarkar at samráðast um ein sáttmála, sigur Jenis av Rana og vísir á, at verður hetta veruleiki, eru allir flokkar samdir í øllum uttan nøkrum fáum hugtøkum.
Miðflokkurin fer ikki at skiva álit saman við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum. Men fríggjadagin fer hann at hyggja at, hvat álit tryggjar føroyingum bestu liviumstøður í framtíðini, og tí álitinum fer hann at stuðla.
Væntast kann, at Miðflokkurin fer at stuðla samgonguni, tí hann vil fegin síggja eitt samráðingarúrslit, støða kann takast til. Men hann leggur dent á, at vælferðin hjá einstaka føroyinginum skal vera trygg framyvir.