Arbeiða seinasta fiskin á Kósini

Í næstu viku verður einki arbeiði á Kósini í Klaksvík, og enn er ivasamt, hvar í landinum teir seks trolararnir, sum Føroya Banki hevur keypt, enda -Fáa vit ikki skipini aftur, fer alt samtakið í gjaldssteðg, og so fara øll tey átta skipini og øll trý virkini.

Tað sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, við Sosialin.

Fyrr í vikuni keypti Føroya Banki seks av trolarunum hjá samtakinum á tvingsilssølu, og hóast gomlu eigararnir hava roynt at keypa teir trolararnar aftur, er eingin loysn funnin enn.

Føroya Banki hevur lán fyri 102 milliónir krónur í trolarunum, og harumframt hevur bankin 25 milliónir krónur í Kósini í Klaksvík.

Jóhan Páll Joensen hevur ikki tær besdtu vónirnar. Hann sigur við Sosialin, at fær bankin eina betri avtalu aðrastaðni, tekur hann hana.