Arbeiði á fiskavirkjum minkar í stórum

Arbeiðsgevarafelagið er minni bjartskygd enn búskaparfrøðingar Landsstýrisins, og órógvast av støðuni í fiskivinnuni á landi og alivinnuni nú virksemið á virkjunum av álvara er minkað

Føroya Arbeiðsgevarafelag
industry@industry.fo
???????????????

Útlitini í útflutningsvinnuni samsvara ikki við metingarnar hjá landsstýrinum, meinar Vinnuhúsið. Fíggjarmálaráðið metti um mánaðarskiftið at afturgongdin í búskapinum var við at steðga, men samstundis staðfesta tøl frá fiskavirkjunum at útgjaldið frá Fiskavirkisskipanini er dupult so stórt fyrstu 4 mánaðarnar í ár í mun til í fjør.
Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina segði Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at tær nýggjastu metingarnar hjá búskaparfrøðingunum í Fíggjarmálaráðnum siga at nú er afturgongdin í búskapinum við at steðga. »Metingarnar vísa at nú sær heldur frægari út aftur. Metingarnar vísa at næsta ár fara inntøkurnar hjá landskassanum enntá at kvinka eitt lítið sindur uppeftir aftur,« segði landsstýrismaðurin sambært Sosialin 23. apríl.
Hinvegin staðfesti Arbeiðsgevarafelagið á aðalfundi sínum 3. mai at umframt stóru afturgongdina í alivinnuni, eru fiskavirkjuni eisini komin í trupulleikar. Tað er sera trupult at fáa framleiðsluna at kasta nakað av sær, og tí velja virkir at koyra við lægri blussi, ella at legga stilt ávísar tíðir.
At sjón gongur fyri søgn sæst við at hyggja at útgjøldunum frá Fiskavirkisskipanini. Henda skipan rindar starvsfólki á fiskavirkjum lønarendurgjald, um einki arbeiði er á virkinum undir einum tíðarskeiði. Ein meting út frá tølum frá fleiri av fiskavirkjunum vísir at útgjaldið úr Fiskavirkisskipanini er dupult so stórt teir fýra fyrstu mánaðarnar í ár sum í fjør. Upplýsingar frá ALS vísa at talið av móttakarum av stuðli úr Fiskavirkis-skipanini í mars í ár var gott 600, móti umleið 200 seinastu 3 árini.
Í alivinnuni verða starvsfólk uppsøgd so hvørt so fiskurin verður tikin, og stórt sæð einki av smolti verður sett út. Í alivinnuni eru trupuleikarnir lágir prísir og sjúkutrupuleikar. Hjá fiskavirkjunum eru trupuleikarnir at vaksandi útreiðslur gera tað tvørligt at fáa framleiðsluna lønsama. Hetta kann sigast at vera partvíst sjálvgjørt um vit hyggja at lønarhækkingunum her heima, sum hava verið nógv størri enn hjá kappingarneytum okkara. Men eisini viðurskifti sum vit ikki kunnu stýra eru eiga sín lut. Kappingin frá láglønarlondum er munandi harðnað, og valuta viðurskiftir hava eisini verið ímóti okkum.
Tað er ikki bara útflutningsvinnan sum merkir aftirgongd. Ringvirkningarnir av støðuni í alivinnuni og á fiskavirkjunum merkjast av álvara innan tær vinnugreinar sum veita tænastur til høvuðsvinnurnar, sigur Arbeiðsgevarafelagið, sum samstundis sigur seg hava ilt við at skilja hvat tær bjørtskygdu metingarnar hjá búskaparfrøðingunum í Landsstýrinum eru grundaðar á.