Hetta hendir eftir at fleiri rættiliga sterkar útsagnir eru komnar frá næmingum á skúlanum í seinastuni.
Tá tað varð nevnt, at umstøðurnar á skúlanum vóru lívshættisligar, avgjørdu Arbeiðseftirlitið at kanna eftir, um nakað var í hesum tíðindum.
Tey frá Arbeiðseftirlitinum hugdu seg væl um á skúlanum, og í gjár og aftur í dag verður arbeitt við at skriva eina frágreiðing um arbeiðsviðurskiftini á skúlanum.
- Ætlanin er at fáa frágreiðingina lidna í dag, soleiðis at hon kann verða send av stovninum seinnapartin, upplýsir Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.
Mannagongdin er hon, at Arbeiðseftirlitið ikki úttalar seg um niðurstøðuna í eini slíkari frágreiðing. Tað má tann, ið fær frágreiðingina gera.
Tí verður neyvan nakað at frætta í hesum máli, fyrrenn mánadagin í næstu viku!