Altjóðagerð
Í sambandi við tiltakið í Miðlahúsinum í kvøld, verður filmurin "Globaliseringens ofre" vístur. Hetta er ein filmur, sum aktivar grasrøtur í AIF, Argejderbevægelsens Internationale Forum (AIF) í Roskilde og Silkeborg í Danmark, hava latið gera. Filmurin setir fokus á stríðið fyri fakligum og politiskum rættindum og vísir, at hetta stríð ikki bert skal førast her um okkara leiðir, men eisini globalt.
Sosialurin hitti Anna Diemer, sum
starvast hjá AIF í Roskilde, seinnapartin í gjár.
Hon sigur, at filmurin lýsir ójavnar, sum kunnu standast av altjóðagerðini.
- Filmurin vísir, hvussu feløg, sum vit kenna væl úr okkara parti av heiminum, flyta partar av framleiðsluni til láglønarlond í tráanini eftir vinningi brúka. Tey brúka lønarniðurskurð, forfylging og útskeiðing av fakliga aktivum fólki til tess at røkka sínum málum.
Hon sigur, at tað ber ikki til at nokta virkjum at flyta sína framleiðslu ella stovna nýggja framleiðslur í øðrum londum, men treytin má vera, heldur hon, at altjóða viðurkend faklig rættindi fylgja við.
- Fylgja rættindini ikki við, byggir kappingin á vánalig lønar-og arbeiðskor, og einasti vinnarin verður tá kapitalurin, samstundis sum arbeiðsfólkið verður taparin.
Anna Diemer vísir til faldaran, sum AIF
hevur latið gera í sambandi við filmin og sigur, at nógv virkir í Danmark og Evropa annars útflagga sínar framleiðslur til Eysturevropu og Asiu, har arbeiðsmegin kostar lítil.
- Fyri arbeiðsfólk í Danmark merkir hetta, at nøkur missa arbeiði og fyri arbeiðsfólk í teimum londum, har framleiðslan verður etablerað, merkir hetta møguleikar at sleppa til arbeiðis, kanska eina ávísa menning og betri livikor. Men í nógvum londum eystanfyri og í Asiu eru antin ongi fakfeløg - ella eru hesi ógvuliga veik. Hetta ger tað sera trupult at samráðast um løn og arbeiðsumtøður annars, sigur hon.
Umrøddi filmurin hjá AIF, sum er stuðlaður av nógvum ymiskum fakfeløgum og stovnum, tekur støði í Sungei Petani, sum liggur einar fýra tímar norðanfyri Kuala Lumpur, høvuðsstaðin í Malaysia.
- Her liggur virkið, Euromedical, har umleið 1200 kvinnur arbeiða. Tær framleiða katetur og onnur medisinsk tól. Longu í 1975 byrjaði stríðið fyri at skipa eitt fakfelag á virkinum.
Anna Diemer sigur, at Sallma Mustafa er ein teirra, sum hevur verið við í hesum stríði frá byrjanini.
- Hetta stríð hevur kravt síni offur og vónbrot.
Hon vísir á, at tá ið A.P. Møller felagið, Maersk Medical, í 1998 yvirtók virkið, fegnaðust øll um hetta, tí tey vistu, at Danmark hevði traditión fyri fakfeløgum, lønaravtalum og skipaðum viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum.
- Men vónin til Maersk vísti seg kortini at vera ein hvørvisjón. Tey fimm árini, Maersk var í Malaysia, førdu til lønarniðurgongd, forfylging og uppsøgn av fakliga aktivum starvsfólki, teirra millum Sallma.
Og tó; tað er vert at stríðast, um tú vilt røkka rættindum, hóast tíðin kann gerast long, ja ómetaliga long.
- Eftir heili 29 árum, tveimum
mánaðum og einum degi við stríði, fall dómur í hægsta rætti í august 2004, har úrskurðurin álegði, at Fakfelagið hjá Gummiarbeiðsfólki skuldi viðurkennast sum fakfelag á arbeiðsplássinum.
Anna Diemer sigur, at við uppí hesa
søguna hoyrir eisini, at í Malaysia eru tað bert summi, sum hava rættindi.
- At arbeiða fyri demokratiskum, fakligum og politiskum rættindum í Malaysia er tí ikki uttan váða.
Hon vísir á faldaran og sigur, at Tian Chua, sum er leiðari av Labour Resource Center (LRC), hevur merkt hetta á sínum egna kroppi.
- LRC stuðlar byrjandi fakfeløgum og útbúgving av álitisfólkum. Tian Chua verður javnan eygleiddur av myndugleikunum fyri at skipa fyri blokadum og mótmælisgongum, og oftani eru Tian Chuan og felagar hansara endaðir handan rimar. Í 2001 vórðu hann og fimm aðrir settir í isolatiónsvarðhald uttan møguleika at koma fyri ein dómara. Eftir hetta vórðu teir settir tvey ár í Kamunting-fangaleguna, framvegis uttan rættargongd.
Anna sigur, at teir sótu í fangaleguni, líka til altjóða fjølmiðlarnir fingu teir latnar leysar í juni 2003.
- Tá Tian fór úr fangaleguni, góvu vaktir hansara honum ein sekk við postkortum, sum vóru frá donskum grasrótum. Hesar kravdu Tian og felagar hansara latnar leysar. Sekkurin við postkortunum vigaði 10 pund, sigur Anna Diemer.