Arbeiðsfólkini í arrestini: Ynskja sær eitt fongsul

Av tí vit onki fongsul hava í Føroyum, sita tey, ið eru dømd, og tey, ið ikki eru dømd á sama stað. Hetta heldur leiðarin í arrestini, Bent Jákup Hansen, ikki vera hóskandi. Hann heldur, at tað einasta rætta hevði verið at bygt eitt rættiligt fongsul, soleiðis at hesi bæði kundu verið hildin hvør sær

Í Føroyum ber tað til, at sita byrgdur inni í eini arrest í upp til hálvt annað ár. Tey, ið verða revsað harðari, og skulu sita longri enn hálvt annað ár, verða send niður til Danmarkar.
? Tað er onki at ivast í, at vit áttu at havt okkara egnu sitandi heima hjá okkum, sigur Bent Jákup Hansen, leiðari á arrestini í Havn.
Umframt, at onki fongsul er í Føroyum, so sita tey, ið eru dømd, og tey, sum ikki eru dømd á sama staði. Arrestin er gjørd til fólk, ið verða varðhaldsfongslað, og tí eiga tey bert at sita har í eitt styttri tíðarskeið.

Onki gjørt

Í arrestini í Havn sita bæði tey, ið eru dømd, og tey, ið eru varðhaldsfongslað. Hetta eigur at verða hildið hvør sær, heldur Bent Jákup Hansen.
? Í arresthúsinum er alt blandað saman. Í Danmark hava tey fyri tað fyrsta eitt arresthús, umframt fongsul. Og fongslini eru so aftur býtt upp í tvey. Ein opin deild og ein stongd deild, og er tað hetta modellið vit ynskja okkum at fáa til Føroya, greiðir arrestleiðarin frá.
? Hetta er eins nógv ein moralskur spurningur. Um vit hava somu rættsuppfatan, sum grannalond okkara, og tað er jú tað vit siga okkum hava. Vit noyðast tí at síggja í eyguni, at dráp og stór harðskapsmál og annað kemur fyri inn í millum, og so er tað ein spurningur um, vit eiga at halda áfram við at senda okkara egnu til Danmarkar.
Í løtuni situr ongin inni fyri dráp í arrestini, men onkur var fyri nøkrum heilt fáum árum síðani.
Arbeiðsfólkið í arrestini hevur leingi ynskt sær eitt fongsul, og varð hetta tikið upp tá landbúnaðarskúlin kom í Kollafirði.
? Seinastu fýra árini hevur onki verið gjørt á hesum økinum. Tosað verður nógv um, at vit skulu yvirtaka løgreglu og rættarskipan, men um hetta skal henda, so eiga vit eisini at verða klár, og tað eru vit ikki nú, tá vit onki fongsul hava. Lógarverkið er ikki eingongd a-jour-ført, og tað kann ikki vera rætt at senda fangarnar til Danmarkar um vit ætla at yvirtaka, sigur Bent Jákup.

Møguleikar

Tá fangar í Danmark skulu inn at sita í longri tíðarskeið, hava teir eina rúgvu av hentleikum og møguleikum, sum teir kunnu brúka. Her er talan um skúlastovur, verkstøð, ítróttarrúm o.s.fr. Soleiðis ber til at bjóða teimum, ið inni sita eina útbúgving, tí fyrr ella seinni skulu tey jú út aftur í samfelagið.
Í arrestini í Havn er eitt kondirúm, bókasavn, umframt eitt sindur av frítíðar aktivitetum.
? Her heima í Føroyum eru umstøðurnar tó so mikið øðrvísi enn í Danmark. Forholdini eru so lítil, og tá tú arbeiðir her, kemur tú at kenna tann, ið inni situr væl. Men vit eiga at hjálpa til, at fáa okkara egnu at sita í Føroyum. Einasta loysnin er at byggja eitt fongsul, sigur Bent Jákup Hansen.
Turið Debess Hentze, advokatur, er samd við arrestleiðaranum. Hon heldur eisini, at vit áttu at havt eitt fongsul til okkara egnu fangar.
? Arrestin er ikki gjørd til fongsul, og soleiðis fáa langtíðarfangarnir ikki betri sømdir enn teir, ið eru varðhaldsfongslaðir. Vit áttu at bygt eitt fongsul í Føroyum. Fólkini skulu út aftur í samfelagið at virka, og tí átti tað í seinasta enda at spart seg innaftur.